- Tíðindi, mentan og ítróttur
Edmund Joensen: Føroyar eiga at fara á IWC-fund
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/af33257fbf81885c74225f2456f05f3c.png?itok=YyPJ4lAn)

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, heldur tað vera átaluvert, at Føroyar ikki verða umboðaðar á fundinum í Altjóða Hvalaveiðunevndini, sum byrjar sunnudagin.

Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum sigur, at júst í hesum døgum streingja umhvørvisfelagsskapir á fyri at sáa split í ríkisfelagsskapin. Hann vísir á, at felagsskapirnir við eini herferð leggja trýst á ES-landið Danmark fyri at fáa Danmark at taka undir við hvalaveiðipolitikkinum í ES, og harvið at sleppa felags støðuni í ríkisfelagsskapinum.

- Hetta átti at sagt landsstýrinum, at tað er neyðugt at møta upp í IWC sum partur av ríkisins sendinevnd. Almennu Føroyar mugu hava eitt munagott mótspæl til ódámligu og manipulerandi herferðina, og føroysk áhugamál mugu verjast best møguligt, sigur Edmund Joensen. Hann mælir landsstýrinum til at umhugsa støðu sína av nýggjum.