- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsbankin: Hagtøl skulu fyribyrgja bankakreppur

Neyvari hagtøl skulu fyribyrgja kreppur, sum stava frá virksemi innan fíggjarvinnuna.

Tað sigur Landsbankin, sum hevur gjørt samstarvsavtalu við danska Tjóðbankan um hagtøl.

Landsbankin sigur, at sammett við onnur framkomin lond hava Føroyar síðani seinna heimsbardaga lutfalsliga havt nógvar og ógvusligar búskaparkreppur, sum fyri stóran part hava havt uppruna í fíggjarkervinum.

Virka eisini uttanlands

Tørvurin hjá Landsbankanum og Tjóðbankanum á hagtølum er vaksin, tí peningastovnar seinnu árini eisini eru farnir uttanlands at virka. Samanborið við Danmark og ES hava Føroyar verið eftirbátur, tá ið ræður um hagtøl, og tað hava Landsbankin og Tjóðbankin ásannað.

Tí er gjørd samstarvsavtala um hagtøl. Hon byggir á eitt ríkislógartilmæli, sum løgtingið hevur samtykt, og sum gevur Tjóðbankanum hagtalsheimild í føroyskum peningastovnum og øðrum búskapareindum.

Í fyrsta umfari verða bert føroysku peningastovnarnir í hagtalsskipanini, men sum frá líður koma eisini aðrir viðkomandi fíggjarstovnar upp í skipanina.

Landsbankin væntar, at hon verður eitt gott amboð hjá myndugleikum, peningastovnum og øðrum, sum gera metingar av fíggjargeiranum og búskapinum sum heild.