- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vandamikil giktaheilivágur eisini í Føroyum

Ein tann mest seldi giktaheilivágurin í Danmark, Diclofenac, er so mikið vandamikil, at hann átti at verið tikin av hillunum. Heilivágurin elvir til hjartatrupulleikar og fólk doyggja av honum.

Tað sigur Gunnar Gislason, yvirlækni og seniorgranskari á sjúkrahúsinum í Gentofte. Saman við øðrum hevur hann granskað í hesum giktaheilivágnum í fleiri ár og hevur almannakunngjørt sínar niðurstøður í altjóða viðurkendum tíðarritum.

Evnið Diclofenac verður selt undir fleiri nøvnum, millum annað Diclodan, Diclon og Voltaren.

Hjartatrupulleikar og deyði

- Vit hava funnið fram til, at Diclofenac hevur við sær ein nógv øktan vanda fyri hjartatrupulleikum og deyða, sigur Gunnar Gislaon við danska kringvarpið.

Hann sigur, at vandi er bæði hjá hjartasjúklingum og hjá frískum fólkum.

- Eg skilji ikki líkasæluna hjá myndugleikunum - at teir ikki taka kanningarnar, sum eru á økinum, og taka eina avgerð eftir teimum, sigur granskarin.

DR hevur eisini tosað við aðrar serfrøðingar, sum siga, at júst hesin giktaheilivágurin er vandamikil.

Granskararnir siga, at Diclofenac minnir um heilivágin Vioxx, sum varð tikin av marknaðinum í 2004, eftir at amerikonsku heilsumyndugleikarnir ákærdu heilivágin fyri at hava kravt upp í 27.000 mannalív.

- Í okkara kanningum funnu vit fram til, at Diclofenac hevur næstan sama vandaprofil sum Vioxx, sigur Gunnar Gislason við Deadline hjá DR.

Umleið 150.000 danir taka heilivág, har Diclofenac er í.

Eisini í Føroyum

Eisini í Føroyum brúka vit hendan heilivágin. Her hava 1070 fólk fingið heilivágin higartil í ár, upplýsir Apoteksverkið. Tey flestu taka hann tó bara eitt tíðarskeið, og ikki hvønn dag.