- Tíðindi, mentan og ítróttur
4.000 fleiri ferðafólk í ár

Fleiri koma og fara um flogvøllin

Í mai ferðaðust 700 fólk fleiri enn sama mánað í fjør, og fyrstu fimm mánaðirnar komu og fóru góð 4.000 fólk fleiri enn í fjør.

Til 1. juni ferðaðust 74.799 fólk um Vága Floghavn.

Atlantsflog fer at flúgva alt árið til Bergen, og tað væntar floghavnin fer at síggjast aftur í hagtølunum sum frálíður.

Sunnudagin byrjar Atlantsflog at flúgva til Barcelona í Spania, og hagar verður flogið hvønn sunnudag, til 19. august.

Ferðafólkakanning

Gallup Føroyar gjørdi tríggjar kanningar fyri Vága Floghavn og VisitFaroeIslands í fjør, og tríggjar skulu gerast í ár. Triðja kanningin verður um mánaðarskiftið, mai/juni, áðrenn háárstíðin byrjar.

Seinasta kanningin vísir, at 39% av ferðfólkunum vóru ávegis til Danmarkar - í undanfarnum kanningum hevur hetta tal ligið ímillum 47 og 58%. Ikki færri enn 22% høvdu Noreg sum endaligt ferðamál, 12% Ísland, og 8% skuldu til Bretlands.