Fyrireika stevning í Eik-málinum

Fyrireika stevning í Eik-málinum
Bankaleiðslan í gamla Eik Banka fær í næstum at vita, um hon verður stevnd fyri rættin
Í næstum verður greitt, um leiðslan í gamla Eik Banka í Føroyum verður stevnd fyri rættin.

08.06.2012 - 12:16

Tey, sum ráddu fyri borgum í føroyska partinum av gamla Eik Banka, fáa seinni í mánaðinum at vita, um tey verða stevnd ella ikki.

Carsten Fode, advokatur hjá Kroman Reumert, sum í løtuni fyrireikar stevning móti bankaleiðsluni, sigur  við útvarpið, at arbeiðið at fyrireika stevningina gongur eftir ætlan, og tað væntandi verður liðugt fyri mánaðarskiftið.

Í desember varð Carsten Fode liðugur at fyrireika rættarmálið móti leiðsluni í danska partinum av gamla kollsiglda Eik Banka.

Í hesum málinum eru átta persónar, teirra millum Marner Jacobsen, fyrrverandi nevndarlimur, og Brian Toft, stjóri, eru stevndir eftir tilsamans 250 milliónum krónum.

Avgjørt er, at rættarmálið, sum varð reist í rættinum í Holbæk, fer beinleiðis í landsrættin, tí tað verður mett at hava avgerandi samfelagsligan áhuga.

Ákærurnar byggja á ta advokatkanning,  Carsten Fode gjørdi fyri Fíggjarligt Støðufesti í fjør summar. Hon staðfesti, at tað er rætt at gera endurgjaldskrav galdandi móti eini røð av fleiri føroyskum stjórum og nevndarlimum, tí tey ikki hava hildið tær skyldur, sum tey høvdu sambært galdandi lógum á økinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. oktober
Breddin: Aktivisma
182184
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907