- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsvenjing givið 100 fólkum fast arbeiði
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/cf5403ef655bc53f0a2d37e402c7293b.png?itok=8NothxyE)

Umleið helvtin av teimum, sum hava verið í starvsvenjingarskipanini hjá ALS, hava fingið arbeiði.

Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, sigur við Dimmalætting, at fleiri enn 200 fólk hava roynt skipanina, og helvtin av teimum hevur fingið arbeiði. Tey eru ið hvussu er ikki skrásett í ALS longur.

Farið varð undir starvsvenjingarskipanina fyri hálvum øðrum ári síðani, í eini roynd at fáa arbeiðsleys aftur á arbeiðsmarknaðin.

ALS og arbeiðsplássið rinda í felag lønina í fimm mánaðir. Tann arbeiðsleysi fær arbeiðsloysisstuðul frá ALS, og arbeiðsplássið rindar upphæddina, sum vantar í, tí talan er um ein vanliga starvssetan.

Ernst Jacobsen sigur, at tað vísir seg at vera munandi lættari at søkja um arbeiði, tá tú longu ert á arbeiðsmarknaðinum.

Arbeiðsleys við Norrønu

Onnur tiltøk hava eisini verið roynd, til tess at fáa arbeiðsleys aftur á arbeiðsmarknaðin. Tá tað frættist, at Smyril Line ætlaði sær uttanlands eftir arbeiðsmegi, setti ALS seg í samband við felagið.

- 140 fólk fóru ein royndartúr við Norrønu, við stuðli frá ALS. Tá avtornaði, høvdu 40 fólk fingið starvs, sigur Ernst Jacobsen við Dimmalætting.