Nøgdur við donsku stjórnina í makrelmálinum

Nøgdur við donsku stjórnina í makrelmálinum
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heldur, at danska stjórnin hevur funnið eina skilagóða javnvág í viðurskiftunum millum Føroyar og ES
Sjúrður Skaale sigur, at ríkisfelagsskapurin sleppur at standa sína roynd, um og nær ES setur tiltøk í verk móti Føroyum í makrelmálinum.

31.05.2012 - 15:10

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, er nøgdur við tað, sum danska stjórnin hevur gjørt í makreltrætuni millum Føroyar og ES.

Í røðu síni á Christiansborg í gjár, tá endaorðaskifti var í fólkatinginum, segði Sjúrður Skaale, at ES er til reiðar at fara so langt í hesum málinum, at tað stríðir ímóti altjóða lóg.

- At Danmark í útgangsstøðinum ikki fer at atkvøða fyri at seta tiltøk í verk móti Føroyum, at tiltøkini í ringasta føri verða avmarkað, og er til reiðar at leggja málið fyri WTO ella ES-dómstólin, kann eg ikki vera misnøgdur um. Eg haldi, at stjórnin, ið hvussu er fyribils, hevur funnið eina skilagóða javnvág í viðurskiftunum millum ES og Føroyar, segði Sjúrður Skaale.

Hann minti tó á, at málið er ikki liðugt enn.

- Danmark kann ikki einsamalt gera av, hvat ES skal gera. Men stigini, sum stjórnin er sinnað at taka í makremálinum, kunnu fáa stóran týdning. Ríkisfelagsskapurin sleppur at standa sína roynd, um og nær tiltøk verða sett í verk, segði Sjúrður Skaale.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859