- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV skal framvegis ráðgeva um vindorku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/3d6c1000f54953ba7301cc996f85ab8b.png?itok=aO9vQbze)

Meirilutin í Vinnunevndini, samgongan og Framsókn, heldur eins og SEV, at SEV skal hava ávirkan, tá Vinnumálaráðið gevur loyvi til vindorku.

Meirilutin mælir til, at landsstýrismaðurin skal ráðføra seg við SEV, áðrenn lýst verður eftir umsóknum um loyvi at seta upp vindmyllur. SEV skal eisini sleppa at koma við ráðum, tá Vinnumálaráðið viðger umsóknir, sum eru komnar, uttan at lýst er eftir umsóknum. Og tað var júst tað, sum SEV bað um, tá fólk hjá SEV vóru á fundi við Vinnunevndina. Og hetta er eisini tað, sum galdandi lóg sigur.

Johan Dahl, landsstýrismaður, vil hava elveitingarlógina broytta, so treytin um, at vindorkan skal bjóðast út hvørja ferð, verður strikað. Hetta skal skunda undir vindorkuna, sigur landsstýrismaðurin.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin mæla landsstýrismanninum til at taka uppskot sítt aftur og fyrireika broytingar í elveitingarlógini betur, áðrenn uppskotið kemur aftur í tingið.

Teir báðir andstøðuflokkarnir mæla tinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Johan Dahl.