- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður loyvt at koyra við lendisakførum

1. juni, tað er fríggjadagin, verður loyvi at koyra á alfaravegi við lendisakførum.

Loyvið er tó avmarkað til bara at fevna um "yrkisligan flutning til ella frá, ella millum arbeiðsøki". Og harafturat skal flutningurin vera á stytst møguligum strekki.

Innlendismálaráðið boðar frá, at fyri at kunna koyra eitt skrásett lendisakfar, krevst koyrikort til annaðhvørt bil ella motorsúkklu, og sostatt er 18 ára aldursmark galdandi.

Ferðmarkið fyri koyring við lendisakførum er í fjølbygdum øki 50 km/t og uttan fyri fjølbygt øki 60 km/t.

Harumframt eru reglurnar um rúsdrekkakoyring tær somu sum fyri koyring við vanligum bili. Tað merkir, at alkoholstyrkin í blóðinum ikki má fara upp um 0,20 promillu.