- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskimannafelagið limur í Gerðarættinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/978cf56a604242c44740ffaabb8820b0.png?itok=72-ABSBd)

Fiskimannafelagið er nú limur í Fasta Gerðarættinum.

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at tá Fasti Gerðarætturin varð skipaður í síni tíð, vóru arbeiðsmarknaðarligu viðurskiftini øðrvísi, og tí gjørdist Fiskimannafelagið ikki limur. Men hesi málini eru farin afturum, sigur Jan Højgaard.

Hann sigur, at tíðin er búgvin, at Fiskimannafelagið eisini verður limur í Fasta Gerðarættinum. Hann væntar, at mál verða viðgjørd skjótari har enn í vanligu rættarskipanini.

- Vit skulu eisini minnast til, at í gerðarættinum eru fólk við drúgvum arbeiðsmarknaðarligum royndum, sigur Jan Højgaard. Hann heldur tað vera stóran fyrimun, at arbeiðsmarknaðurin ikki einans hevur vanligu rættarskipanina at dúva uppá.