- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greiðari skattareglur fyri føroyingar uttanlands
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/12c5f2362a52b1f039552c0b8f89ca95.png?itok=5lDtsoJq)

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri tingið, sum hevur til endamáls at gera skattareglurnar greiðari hjá føroyingum, ið arbeiða uttanlands.

Siðvenjan, sum hevur verið, at virðið av fríari ferð millum bústað í Føroyum og arbeiðsstað uttanlands, ikki skal skattast, verður nú lógarfest.

Samdøgursfrádrátturin verður tikin av, men samstundis verður serligi grein 25 b-frádrátturin hækkaður. Hetta verður galdandi fyri persónar, ið sigla og arbeiða á landi uttanlands. Undantiknir eru persónar, sum sigla við norðurlendskum fiskiskipum.

Hækkar upp í 150.000 kr.

Serligi grein 25 b frádrátturin, sum í løtuni er í mesta lagi 92.000 krónur, hækkar upp í 150.000 krónur í mesta lagi. Frádrátturin fer nú eisini at fevna um persónar, ið arbeiða á landi, men samstundis missa teir samdøgursfrádráttin.

Føroyingar, sum arbeiða í Noregi, gjalda til norsku Fólkatrygdina. Eftir galdandi skattareglum verður hetta gjaldið ikki roknað sum skattur, og avleiðingin er tí í summum førum dupultskattur. Nú verða reglurnar broyttar soleiðis, at norska Fólkatrygdin verður viðgjørd sum skattur.

Fíggjarmálaráðið sigur, at broytingarnar hava við sær, at onkrir borgarar fara at gjalda nakað meiri í skatti, meðan aðrir fara at gjalda minni. Men reglurnar verða greiðari hjá borgarunum, og umsitingin hjá TAKS verður lættari, sigur Fíggjarmálaráðið.