- Tíðindi, mentan og ítróttur
Familjan Justesen fullan gekk fríggjadag trettanda
Familjan Justesen fullan gekk fríggjadag trettanda
Gekkur: At ein fríggjadagur fellur á trettanda nýtist ikki at merkja óeydna. Fyri familjuna Justesen hendi júst tað øvugta - tey vunnu 230.000 kr.
17.04.2012 - 10:38
<div>Tað var ein glað familja Justesen, sum kom til Havnar við vinnaraseðlinum. Tey eru ikki samd í, at fríggjadagur 13. er ein óeydnisdagur. Tí júst fríggjakvøldið 13. apríl fingu tey fulla plátu í Gekkinum.</div><div><br></div><div>Elsti sonurin gjørdi av, at tey skuldu koyra gekkaupphæddina í bláa leypin, og triðju ferð pápin snaraði Gekkahjóliðnum, rakti hann júst bláa leypin og vann harvið 230.000. Og sambært teimum, koma pengarnir sera væl við.</div>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV