Havstovan: Sama nøgd av svartkjafti við Føroyar

Havstovan: Sama nøgd av svartkjafti við Føroyar
Nakað tað sama av svartkjafti sum í fjør er komin í føroyskan sjógv nú í vár. Tað vísa fyribilsúrslit hjá Havstovuni
Fyribils tøl hjá Havstovuni vísa, at nakað tað sama av svartkjafti er í vár komið í føroyskan sjógv

12.04.2012 - 17:52

Kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni kunnu ikki brúkast einsamallar til at vísa, hvussu nógvur svartkjaftur er sunnan fyri Føroyar. Nøgdin verður roknað síðst í apríl, har sum tølini frá øllum fimm rannsóknarskipunum vera við.

Smáur, óbúgvin svartkjatur, gýttur í 2009, 2010 og 2011, var at síggja í føroyskum øki suður móti Wyville-Thomson rygginum í ein landssynning úr Føroya Banka, millum Føroyar og Skotland. Hesir árgangirnir hava verið at sæð í yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni. Havstovan vónar, at teir koma fyri seg. Tann størri og búni svartkjafturin stóð nakað syðri báðu megin føroyska markið og suður í ES-sjógv. Hann er á veg norðureftir eftir gýtingina.

Føroyar, Norra, Írland og Niðurlond fyri ES og Russland gjørdu svartkjaftakanningina saman. Skipini hjá hinum londunum kannaðu økini longri suðuri.

Magnus Heinason fekk bara nakrar fáar makrelar á túrinum, sum vardi frá 28.mars til 11.apríl. Tað var mitt á Wyville-Thomson rygginum í einum háli í vatnskorpuni. Nøkur hál vóru eisini í vatnskorpuni sunnarlaga í føroyskum øki, men eingin makrelur var í har, sigur Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791