- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingar á privata arbeiðsmarknaðinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/5c6e110bfc2ee7ae53cec2c1bd72b9dd.png?itok=_QajpDFw)

- Úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri allar aðrar samráðingar á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur Arbeiðsgevarafelagið, tí hesar samráðingarnar áseta karmin fyri øll onnur feløg. Samráðingarleiðari hjá arbeiðsgevarunum er Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Tey fimm arbeiðarafeløgini samráðast saman. Tað hevur hilnast væl undanfarnu samráðingar, siga feløgini. Einki er upplýst um lønarkrøv.

Arbeiðsgevararnir vilja ikki siga, um teir fara at brúka flatskattin sum grundgeving fyri ikki at hækka lønirnar. Fíggjarmálaráðið og kommunurnar tóku nýggju skattaskipanina við í sáttmálasamráðingarnar, og tí bleiv lønarhækkingin á almenna arbeiðsmarknaðinum so lítil.