- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsti túrurin tók minni enn tveir tímar

Fyrsta reguliga ferðin hjá nýggja flogfarinum hjá Atlantic Airways vardi nakað minni enn tveir tímar.

Sambært heimasíðunum hjá Vága floghavn og Københavns Lufthavn fór Airbussurin úr Vágum kl.8.23 í morgun og setti seg í Kastrup kl.11.12 danska tíð. Ssostatt tók ferðin ein tíma og 49 minuttir.

Airbus-flogfarið er sett í rutu í dag, sama dag sum Atlantsflog hevur 24 ár á baki.

500 fólk flúgva við nýggja flogfarinum, sum tekur 144 ferðafólk, fyrsta dagin. 100 fólk fóru til Keypmannahavnar í morgun, og 142 koma úr Keypmannahavn seinnapartin.

Airbussurin verður burturav brúktur á Keypmannahavnarleiðini og flýgur tveir túrar um dagin. Tá háárstíðin byrjar í summar, fer eitt av gomlu flogførunum eisini at flúgva millum Vágar og Kastrup.