- Tíðindi, mentan og ítróttur
SÍ - succesliðið úr Sørvági

Seinastu árini hevur SÍ verið eitt av fremstu liðum innan føroyskan flogbólt. Sørvágur, ið eigur flogbóltsliðið SÍ, er ikki ein stór bygd, men hóast tað, so megnar bygdin ferð eftir ferð at seta kappingarfør flogbóltslið saman, sum á hvørjum ári liggja javnt best við hini liðini í landinum.

Tað eru ikki bara meistaradeildirnar, ið liggja millum tey bestu liðini.
Dreingir 14 og 16 eru eisini væl við í kappingi. Og tær ungu gentirnar eru væl
á veg uppeftir.

Jákup á Stongum, formaður í SÍ, heldur, at tað liggur so væl fyri hjá
Sørvingum at spæla flogbólt, tí tað hevur ikki verið serliga nógvir annar ítrottur at
spælt. SÍ varð stovnað í 1969, tá flogbólturin kom til Føroyar, og
liðið hevur verið virkið líka síðani.

Í 2001 komu tveir útlendingar til SÍ - tann eini at venja kvinnurnar, og hin sum spælandi venjari hjá monnum. Ikki fyrr enn eftir hesir nýggju
venjarnir vóru komnir, bleiv SÌ eitt framúr gott lið.

Bæði kvinnurnar og mennirnir hava vunnið bæði steypafinaluna og føroyameistarheitið fleiri ferðir. Í ár blivu mennirnir hjá SÍ aftur steypavinnarar.
Meistaradeildin hjá monnunum hevur vunnið greipuna tríggjar ferðir, og ætlar sær
eisini eftir henni í ár.

Eisini havi eg tosað við tveir av ungu leikarnum hjá SÍ. Annar eitur Kasper
Lorenzen, og spælir við bæði dreingum 16 og meistardeildini. Hin er Jákup
Martin Weihe og spælir við dreingum 14 og 16.

Teir vóru ógvuliga samdir um, at síðani SÍ hevur fingið serbiskar venjarar, hava liðini ment seg ógvuliga nógv. Leikarnir hava fingið aðrar avbjóðingar,
og eru komnir upp á eitt heilt annað støði.