- Tíðindi, mentan og ítróttur
Milliónir til føroyska heilsugransking

Danski Lundbeck-grunnurin hevur játtað 121 milliónir krónur til ein granskingarverkætlan, sum føroyska Ílegusavnið eisini er partur av.

Hetta er størsta einstaka granskingarjáttan, sum er latin til sálafrøðiliga økið í Danmark nakrantíð.

Lundbeck hevur játtað tær 121 milliónirnar til iPSYCH, sum er eitt toymi við granskarum innan sálarfrøði og ílegur. Hetta toymið hevur samstarv við Statens Seruminstitut, Beijing Genomics Institute (BGI), de Code Genetics í Islandi og Ílegusavnið í Føroyum.

- Hetta vísir, hvussu týdningarmikið tað er at vera partur av altjóða granskingarumhvørvinum, sigur Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum. Fyri føroyska ílegu- og sálarfrøðiliga gransking fær hetta stóran týdning, sigur hon.

Eisini Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnast:

- Stóra játtanin er ein stór viðurkenning av dygdargóða arbeiðnum, sum Ílegusavnið ger, og hetta prógvar, at føroyska heilsugranskingin er á høgum stigi, sigur hann.

Í granskingarverkætlanini eru fimm sálarfrøðiligar sjúkur: skizofreni, biopolar (manio-depressivitetur), tunglyndi, autisma og ADHD.