Ísland fær limaskap í ES

Ísland fær limaskap í ES
Danski ráðharrin í ES-málum, Nicolai Wammen, sigur, at samráðingarnar ganga væl. Men trupulleikar kunnu taka seg upp, tá fiskivinnumál koma á dagsskránna

06.03.2012 - 11:29

Alt bendir á, at Ísland fær limaskap í ES.

Danski ráðharrin í evropamálum, Nicolai Wammen, hevur verið í Íslandi á vitjan og hitt m.o Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra, og Øssur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharra, har samráðingarnar um íslendskan ES-limaskap hava verið umrøddar.

Danmark hevur í løtuni formansskapin í ES.

Nicolai Wammen sigur, at Danmark vil hava Ísland upp í ES, og tekur av heilum huga undir við samráðingunum um íslendskan limaskap. Hann staðfestir, at samráðingarnar ganga væl.

- Íslendingar hava fyrireikað seg væl til samráðingarnar, og eru farnir professionelt til verka, sigur danski ráðharrin, sambært grønlendska blaðnum Sermitsiaq.

Hann vísir á, at Ísland frammanundan er partur av EBS-samstarvinum, og tí kenna íslendingar  væl til reglurnar, sum eru galdandi í ES.

Nicolai Wammen dylir ikki fyri, at trupulleikar kunnu taka seg upp í samráðingunum, tá fiskivinnumál koma til viðgerðar.

- Tí ræður um, at bæði Ísland og ES hava eina konstruktiva og veruliga tilgongd til henda partin av samráðingunum, sigur Nicolai Wammen, sum fer aftur til Danmarkar í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791