- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendsk fólkatingskvinna vil viðurkenna Palestina

Grønlendska fólkatingskvinnan, Sara Olsen, hevur saman við Eindarlistanum lagt fram uppskot í fólkatinginum um, at Danmark skal viðurkenna Palestina.

Sara Olsen, sum er vald fyri IA-flokkin, sigur, at uppskotið verður lagt fram, til tess at vísa samhuga við palestinska fólkinum.

- Eitt annað land hevur í mong ár stýrt okkum, grønlendingum, og vit eru sjálvi í eini tilgongd at fáa loysing, sigur Sara Olsvig við fakblaðið Arbejdersen, sambært KNR.

Hóast stjórnarflokkarnir í Danmark hava skrivað í samgonguskjalið, at Palestina skal viðurkennast sum sjálvstøðugt land, fær uppskotið ikki undirtøku í fólkatinginum.Stjórnarflokkarnir vilja heldur bíða eftir eini felags fráboðan frá ES ella ST í málinum.

- Fer Danmark at ganga egnar leiðir í hesum málinum, órógvar tað tilgongdina hjá ST at viðurkenna Palestina, sigur uttanríkispolitiski framsøgumaðurin hjá sosialdemokratunum, Jeppe Kofoed, við Arbejderen.

129 av teimum tilsamans 193 limalondunum í ST hava longu viðurkent Palestina sum sjálvstøðugt land. Teirra millum er Ísland.

Mynd: Sara Olsvig, fólkatingskvinna fyri IA (KNR)