- Tíðindi, mentan og ítróttur
Línuskipini eiga at fáa kvotuna á Flemish Cap
Stendur tað til Alfred Olsen, formann í løgtingsins Vinnunevnd, eiga línuskipini at fáa kvotuna á Flemish Cap í ár.

Alfred Olsen skrivar í grein í bløðunum, at tað verður til gagns fyri alt samfelagið, um línuskipini fáa tey 2200 tonsini av toski á Flemish Cap. Hann sigur, at línuflotin verður endurnýggjaður við nýggjum frystilínuskipum, ið flyta fiskiskapin og framleiðsluna longur fram á leið.

Og føroysku fiskavirkini, ið hava tørv á fiski, fáa hesi 2200 tonsini afturat. Tað fer at gera arbeiðið á virkjunum støðugari og at ávirka rakstrarúrslitið positivt.

Alfred Olsen heldur, at flakatrolararnir, sum hava fiskað kvotuna á Flemish Cap seinastu árini, tola at missa hana, tí toskakvotan í russiska partinum av Barentshavinum er økt.

Men eftir øllum at døma verða tað aftur flakatrolararnir, sum sleppa at fiska toskvotuna á Flemish Cap í ár.

Vágaportalurin veit at siga frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at umsitingin í ráðnum mælti til at lata flakatrolarunum kvotuna, og hesi tilráðing hevur landsstýrismaðurin avgjørt at fylgja.

Sambært Jacobi Vestergaard hava reiðaríini hjá teimum trimum flakatrolarunum gjørt av at lata eitt skip fiska kvotuna á Flemish Cap og so mótrokna i kvotuni í Barentshavinum.