Eingin pensjónsnýskipan í hesi tingsetuni

bannari
Eingin pensjónsnýskipan í hesi tingsetuni
Flestu uppskotini verða løgd fyri tingið í heyst. Ætlanin er at biðja um undantaksloyvi, soleiðis at høvuðsuppskotið kann avgreiðast fyri ólavsøku
 
27.02.2012 - 13:09
Samgongan ætlar, at pensjónsnýskipanin skal koma í gildi frá 1. januar næsta ár. Tað stendur í samgonguskjalinum, sum varð skrivað í november.
 
Og tað ætlar samgongan framvegis, skilst á lagnum. Men fleiri av neyðugu lógarbroytingunum verða ikki framdar fyrr enn í seinastu løtu, tí flestu uppskotini, sum eru knýtt at pensjónsnýskipanini, verða ikki løgd fyri tingið fyrr enn í heyst.
 
Bara eitt uppskot verður lagt fyri tingið í hesari tingsetuni, og tað kemur eftir, at framløgufreistin hjá løgtinginum er farin.
 
Tað er sjálvt høvuðsuppskotið - eftirlønarskattalógin - sum skal avloysa rentutryggingarlógina. Tað uppskotið ásetur millum annað, hvussu eftirlønin skal samansetast, hvussu inngjaldið hækkar stigvíst, og hvussu viðurskiftini verða hjá teimum, sum hava pensjónir uttanlands.
 
Atli Leo, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at ein bólkur av embætisfólkum úr Fíggjarmálaráðnum og Taks hevur júst arbeitt við uppskotinum um pensjónsnýskipan, og landsstýrið fer nú at viðgera hesi tilmæli. Høvuðsuppskotið verður tískil ikki klárt at leggja fyri tingið, áðrenn freistin er farin, men ætlanin er at biðja um frávik frá framløgufreistini.
 
Málið datt burtur
 
Tað var í mars mánaði í fjør, at táverandi samgonga, sum vóru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, legði pensjónsnýskipanina fyri tingið. 12 lógaruppskot vóru lunnar undir skipanini, men tey komu ikki úr aftur nevnd, og duttu tí burtur. 
 
Sambært pensjónsnýskipanini skulu øll spara 15 prosent upp av lønini til eftirløn, og at pensjónsveitingar verða gjørdar skattskyldugar. Ætlanin var upprunaliga, at skipanin skuldi koma í gildi 1. januar í ár, men tað varð útsett til 1. januar næsta ár.
 
Semja var ikki í politiska fylgibólkinum, sum varð knýttur at pensjónsnýskipanini. Millum annað helt andstøðan, at skipanin var ikki klár at leggja fyri tingið.
 
Tað eru Fíggjarmálaráðið og Almannamálaráðið, sum skulu gera lógaruppskotini til pensjónsnýskipanina. Hvussu nógv lógaruppskot, talan verður um, er ógreitt, tí tað veldst um, hvørjar broytingar samgongan ger í upprunaligu pensjónsnýskipanini, sigur Atli Leo, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum. 
 
Freistin at leggja lógaruppskot fyri tingið í hesari tingsetuni er 7. mars, men uppskotini skulu verða tinginum í hendi í seinasta lagi í ovurmorgin, t.e. mikudagin.
 
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371