Loyva aftur fosfat í saltfiski

Loyva aftur fosfat í saltfiski
Forboðið, sum ES setti í gildi í november, hevur eisini rakt føroyskar framleiðarar

22.02.2012 - 15:21

Nú er líkt til, at saltfiskaframleiðarar aftur kunnu lata fosfat í fisk, sum verður seldur á ES-marknaðinum.

Síðani november hava eisini føroyskir saltfiskaframleiðarar mist pening, tí ES hevur sett forboð fyri at nýta fosfat í framleiðsluni.

Fosfatið ávirkar eitt nú smakkin og litin á fiskinum, og hevur tí stóran týdning fyri prísin. Tá fiskurin verður útvatnaður, fer fosfatið úr honum aftur. Fosfat verður eisini nýtt i aðrari matvøruframleiðslu.

Saltfiskaframleiðarar hava lagt trýst á ES-nevndina um at aftur at loyva fosfati í saltfiski, og nú er líkt til, at tað fer at eydnast.

Matvørunevndin í fólkatinginum viðgjørdi málið í morgun, og millum teirra, sum mæltu til, at fosfat kemur á listan yvir loyvd evni, var Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður. Ein samd nevnd tók undir við hesum.

Málið kemur fyri í matvørunevndini hja ES mánadagin. Verður undirtøkan nóg stór, kemur fosfat aftur á listan yvir loyvd evni 1. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856