Fyrireika makrelfiskiskapin í summar

Fyrireika makrelfiskiskapin í summar
Makrelbólkurin í samgonguni hevur havt sín fyrsta fund, og ósemjan er ikki so stór, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum nú fer at áseta makrelkvotuna fyri 2012

21.02.2012 - 09:46

Politiski makrelbólkurin, sum løgmaður setti fyri nøkrum vikum síðani, hevði sín fyrsta fund í gjár.

Bólkurin viðgjørdi, hvussu føroyski makrelfiskiskapurin í summar skal skipast, millum annað, hvussu kvotan skal býtast, um talan til dømis verður um eginkvotur ella felagskvotur.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hann á fundinum í gjár fekk at vita frá flokkunum, hvat teir halda, og tað var ikki so stór ósemja á fundinum, sigur hann. Tilfeingisgjaldið var eisini umrøtt.

Jacob Vestergaard fer nú at fyrireika kunngerðir og møguligar lógir um makrelfiskiskapin í 2012, men áðrenn nakað verður sett í gildi, verða hinir samgonguflokkarnir hoyrdir, sigur hann.

Jacob Vestergaard sigur, at hann fyrsta dagin fer at áseta føroysku makrelkvotuna fyri 2012. Alt bendir á, at hon verður minst tað sama sum í fjør, 150.000 tons.

Í politiska makrelbólkinum eru Kaj Leo Holm Johannesen og Bárður Nielsen fyri Sambandsflokkin, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin, Jenis av Rana fyri Miðflokkin og Kári P. Højgaard fyri Sjálvstýrisflokkin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791