Útlendingastovan undir Umhvørvisstovuna

Útlendingastovan undir Umhvørvisstovuna
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, heldur, at raksturin verður bíligari, um stovnurin verður lagdur saman við Umhvørvisstovuni
 
17.02.2012 - 10:04

Útlendingastovan verður løgd undir Umhvørvisstovuna 1. juli. Tað hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, gjørt av.

Trý fólk starvast á Útlendingastovuni. Hóast stovnurin virkar væl, so er ein so lítil stovnur sera viðbrekin, sigur landsstýrismaðurin.

Mett verður, at ein samanlegging kann tryggja brúkaranum eina betri tænastu, eins og raksturin av Útlendingastovuni verður bíligari.

Samanleggingartilgongdin verður nú løgd til rættis saman við Innlendismálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447