Skammlop var orsøk til eld í Athenu

Skammlop var orsøk til eld í Athenu
Skipið var á veg til fiskiskap við afrikansku strondina í oktober 2010, tá eldurin kyknaði. 111 fólk vóru við, men eingin fekk skaða

08.02.2012 - 14:33

Skammlop og ein ljósbogi við eina lampu í lastini á fyrsta dekki var orsøkin til eldin um borð á Athenu, tá hon var á veg til fiskiskap við afrikansku strondina 27.oktober í 2010.

Tað er niðurstøðan í frágreiðingini hjá Den Maritime Havarikommission, sum kannaði óhappið fyri føroyska skipaeftirlitið.

Sambært frágreiðingini kyknaði eldurin í lastini á fyrsta dekki, og fór skjótt gjøgnum eina opna lúku upp til eitt pakkirúm á øðrum dekki. Har vóru nógvar pappeskjur til fisk, og eldurin vaks tí skjótt, eisini tí luft slapp til gjøgnum opnar dyr og lemmar í skottunum.

Verksmiðjutrolarin var staddur 230 fjórðingar í ein útsynning úr Scillyoyggjum á veg til fiskiskap við Mauretania í Norðurafrika, tá eldur kom í. Skipið var júst liðugt umvælt eftir eldin, sum var umborð í 2007. 111 fólk vóru við Athenu í oktober í 2010, men eingin fekk skaða.

9.mai í fjør var aftur eldur í Athenu, meðan hon lá á Runavík. Hesa ferð varð skipið ikki gjørt aftur, men selt til Danmarkar til upphøggingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859