Fáa meiri pening fyri minni fisk

Fáa meiri pening fyri minni fisk
ES og Grønland hava gjørt nýggja fiskirættindaavtalu. ES skal gjalda 143 milliónir kr. um árið fyri kvotuna í grønlendskum sjógvi

06.02.2012 - 16:05

ES fær minni fisk, og Grønland fær meiri pening

Grønlendska landsstýrið hevur gjørt nýggja avtalu við ES um rættin hjá ES-skipum at fiska botnfisk í grønlendskum sjógvi.

Avtalan er galdandi frá 2013 til 2015. ES skal rinda Grønlandi 143 mió. kr. um árið. Í galdandi avtalu fær Grønland 121 milliónir um árið.

Harafturat verða kvoturnar hjá ES minni. Toskakvotan minkar 1.300 tons, niður í 2.200 tons. Kongafiskakvotan minkar 3.000 tons, niður í 5.000 tons. ES fær 6.800 tons av svartkalva í staðin fyri 10.000 tons, og 200 tons av kalva í staðin fyri 1.200 tons.

Kvoturnar hjá ES minka tí góð 37 prosent, men ES skal rinda góð 15 prosent meira fyri fiskin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856