Heildarveitingin verður 624 milliónir

Heildarveitingin verður 624 milliónir
Uppskotið um at prístalsviðgera blokkin er komið í fólkatingið, og Føroyanevndin viðger uppskotið mikudagin
 
30.01.2012 - 15:27

Heildarveitingin úr ríkiskassanum til Føroya í ár hækkar 8,6 milliónir krónur, og verður 624,1 millón krónur.

Uppskotið um blokkin er lagt fyri fólkatingið. Heildarveitingin hevur síðani 2002 verið 615 milliónir krónur, men danska stjórnin og landsstýrið eru komin ásamt um at prístalsviðgera veitingina. Sostatt hækkar hon 8,6 milliónir í ár. 

Lógin kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd. Sjúrður Skaale, formaður í Føroyanevndini í fólkatinginum, upplýsir, at uppskotið kemur til viðgerðar í Føroyanevndini mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (1:3) - teknmálstulkað
188375