Summar-skund

Summar-skund
Hevur tú fyrireikað teg til summarið? Um ikki, so eru nøkur ráð her, sum heilt klárt kunnu hjálpa tær á rætta leið
19.04.2017 - 17:26

Vit øll gleða okkum til summar. Tað er tíðin, har man bert slappar av, ferðast, fer til festivalar og hugnar sær við familju og vinfólki. Men hvat skal man prioritera, og hvussu skal man fáa alt at hanga saman, nú tað einans eru tveir mánaðir til, og man hevur ikki eingongd givið tí ein tanka? Her eru nøkur ráð, ið heilt klárt kunnu hjálpa tær, sum er eitt sindur seinur í síni planlegging.

 

Fíggjarætlan
At hava eina uppsparing er altavgerandi fyri tína summarfrítíð. Eingin tímir at spara í summarferiuni, og man vil heldur ikki vera púrasta á reyvini, tá hon er av. Tí er tað umráðandi, at man nú longu tveir mánaðir áðrenn byrjar at seta pengar til síðis. So um tú livir undir einum budgetti hesar tveir mánaðirnar og setir tilsamans einar 5000 kr av, so burdi tú verið fíggjarliga klár til summarferiuna.

 

Festivalar og stevnur
Hevur tú tað trupult við at fáa allar festivalar og stevnur at hanga saman? Set teg so niður og skriva allar niður nú beinanveg og set kanska eisini eina upphædd av pengum, tú fert at nýta til júst hendan festivalin ella stevnuna. Fá tær eisini eitt arbeiði í t.d. einum festivali og tjen eitt sindur eyka pengar ella spar tær fyri at rinda fullan prís av einum ávísum atgongumerki. Og tað síðsta, men nokk tað mest umráðandi, er, at tú tryggjar tær, at tú hevur atgongumerki til allar festivalar, tú ætlar tær til, so tú ikki stendur eftir við ongum atgongumerki.

 

“Summar kroppurin”
Eitt, næstan øll kunnu kenna seg aftur í, er, at man panikkar inni í sær sjálvum, tí man ikki hevur tikið sína kropsligu venjing í álvara og knappliga er tað summar um tveir mánaðir. So er tað nú, tú skalt byrja at venja. Ger tær tann vanan at renna einar tveir til fimm kilometrar tríggjar ferðir um vikuna og styrki-ven eitt sindur hvønn dag. Tú hugsar kanska, at hetta ljóðar strævið, tí tú ert ósikkur í at fara í fitness og venja millum fleiri fólk, men soleiðis nýtist tað als ikki at vera. Tú finnur fleiri góðar venjingar-appir á netinum, og á Youtube finnast enn fleiri vegleiðingar, ið vísa tær júst, hvussu tú skalt bera teg at.

 

Kostur
Ein sunnur kostur er eisini altavgerandi fyri tína heilsu og fyri tín “summar kropp”, so ger tær eina kost-plan og droppa alt hatta svansið, vit hava lyndi til at keypa. Keyp heldur skyr enn Twix. Og tá tú ert lekkur sultin, so keyp tær eina proteinbarr ella ein Sopa ella okkurt annað, ið ikki inniheldur so nógv sukur.

 

Men alt í alt so snýr tað seg mest um at hava tað stuttligt og njóta summarferiuna, og eitt síðsta ráð til tín er at halda út hesar tveir mánaðirnar og njót summarferiuna, tá hon kemur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.