Röddin ummælir mat á Summar festivalinum

Röddin ummælir mat á Summar festivalinum
Summar festivalurin 2016 hevur nógv ymiskt at bjóða festivalgestunum til matna. Men er góðskan nóg góð í mun til prísin?
06.08.2016 - 15:00

Chili Con Carne, 60 kr.

Ein flott og øðrvísi borðreiðing við trætallerki og trægafli. Tað riggar væl til júst henda rættin, so tummilin upp fyri tí.
Maturin er samansettur av einum bakaðum epli og chili con carne, sum liggur oman á eplinum. Kjøtsósin smakkaði framúr, og hon innihelt bønir, ið vóru perfekt kókaðar.
Eplið, hinvegin, smakkaði als ikki, sum eplir eiga at smakka. Tað var vátt og bleytt og livdi ikki upp til nakran eplastandard. Sera óheppið, nú kjøtsósin var so góð.

 

Rætturin fær 4 út av 6 R’um. 

 

Grýturættur frá Viljanum, 50 kr.

Grýturættur vid nógvum høsnarunga, ananasi, rótfruktum og rísi afturvið. Heiti rætturin smakkar ordiliga væl og er mettandi. "Viljin" heldur til beint við síðuna av pottunum.

Tænastan var eisini sera góð. Eg fekk eina smakkiroynd av húsasuppuni, sum onnur fólk eisini viðmæltu.

Mettandi kvalitetsmatur. Manga takk!

 

 

Rætturin fær 6 út av 6 R’um.

 

 

 

 

Nachos, 60 kr. 

Nachos rætturin var hesa ferð borðreiddur við jalapeño í staðin fyri við høsnarunga. Fyri okkara viðkomandi riggar tað betur við høsnarunga, so tað saknaðu vit eitt sindur. Nachos-kipsini smakkaðu, sum tey áttu, meðan osturin var í so stívur. Latið vera við at lata rættirnar standa ov leingi, áðrenn teir verða latnir kundunum. 

 

Rætturin fær 3 út av 6 R’um.

 

 

 

 

Chicken Stick Menu, 100 kr.

Friturusteiktur høsnarungi ella fritura við høsnarunga? Kalla tað, hvat tú vilt, men tá høsnarungin ikki fyllir meir enn ein fimtapart, so fær mann ikki nógv fyri pengarnar. Tað bleiv tí skjótt vamlisligt og varð av somu orsøk ikki etið upp. Kipsini vóru heldur einki at reypa av – einki salt, eingin smakkur. Prísurin var harafturat órímiligur.

 

Rætturin fær 2 út av 6 R’um. 

 

 

 

Tvíflís, 30 kr.

Hendan tvíflísin við rugbreyði innihelt avokado, tomat, mozzarella, parmaskinku og pesto. Sera góð samanseting, og smakkurin var hareftir. Ein lekkur máltíð, sum mettar meir, enn hon sær út til at gera. Fyri 30 krónur kann hetta viðmælast øllum festivalgestum! 

 

 

Tvíflísin fær 5 út av 6 R'um. 

 

 

 

 

Aspargessuppa, 30 kr. 

Heita aspargessuppan kemur sera væl við eftir eina festivalnátt. Suppan er ókay. Tað er helst onkur pakkasuppa. Nógv fylla er í og ein heitur bolli er afturvið. Suppan kostar 30 krónur og fæst til keyps inni á tjaldingarøkinum. 
 

 

Suppan fær 4 út av 6 R’um. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.