Dag 3 á Wacken: Hvítmansland

Dag 3 á Wacken: Hvítmansland
Tey einastu svørtu fólkini her eru tey, ið selja øl
05.08.2016 - 22:00

Nógv hava sagt, at málmsmentan meira ella minni einans hevur hvítar, heteroseksuellar menn. Tað ljóðar løgið, og tað er tað eisini, men tað passar. Gott nokk eru nøkur konufólk her, men mann kann næstan gera eitt “find sorte holger” gjøgnum myndarøðirnar.

 

 

Hesi fólkini eru altíð glað fyri at verða avmyndað. Tað ger mítt arbeiði eitt sindur lættari og stuttligari, enn tað vanliga er í Føroyum. 

 

 

Øll starvsfólkini eru óvanliga blíð og fyrikomandi. Tey flestu arbeiða allan dagin hvønn dag, so mann kennir nógv av teimum aftur.

 

 

Málmsmentanin er serlig á tann hátt, at hon er inkluderandi fyri øll tey, ið dáma hetta slagið av tónleiki, sum onnur “vanlig” fólk halda vera klikkaðan. Tað ger festivalar sum hendan til eitt stað, har tey kunnu flýggja til og kenna seg heima. Men her royna tey eisini at passa inn. Øll ganga í svørtum klæðum, langum hári og nógvum tattoveringum. Heita veðrið heldur teimum heldur ikki frá at ganga í klassisku, svørtu leðurklæðunum. 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.