- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sabbatár: Hvat geri eg nú?
Summarfrítíðin, og ikki minst húgvurnar, nærkast við rúkandi ferð. Útlongsulin styrkist, tit tosa um hvar tit skulu fara – Thailand, Peru, Australia, møguleikarnir eru endaleysir, men so hendir tað. Hugflogið er uppi, knappliga er ikki so long tíð til tit ætlaðu at fara, og í veruleikanum hava tit einki gjørt við sakina. So hvussu í verðini skulu tit finna útav, hvat tit skulu gera? Her fært tú fimm dømi!
Brúka ungdóms og lestrar tilboðini
Tit eru ung og heppin at heimurin vil stuðla tykkum í at fylgja tykkara dreymum, og hesum eiga tit at gera brúk av! Eitt nú bjóðar Atlantic Airways ungdóms ferðaseðlar til ung undir 26 ár, og lesandi, so tit kunnu flúgva bíliga úr Føroyum og heim. Tú skalt stovna ein brúkara hjá Atlantic Airways fyri at kunna keypa ‘Sveiggj’ ferðaseðlar, sum felagið kallar tilboðið til ung. SAS, sum skjótt byrjar at flúgva til Føroya, bjóðar eisini bíligar ferðaseðlar til ung og lesandi.
Ferðast tú bara í summarferiuni og gongur enn í skúla, fært tú eisini í nógvum førum brúkt lestrarkort, at sleppa inn á søvn og tílíkt uttanlanda, antin ókeypis ella bíligari enn vanligt. Og ert tú eitt sindur crime, kanst tú altíð royna at brúka títt Ó-kort, hóast tú hevur lokið tína miðnámsútbúgving. Tað er vert at royna!
Fá onnur at planleggja fyri teg
Tað eru nógvar heimasíður, ið bjóða seg til at hjálpa tær við, at planleggja tína fjakkingarferð. Eitt nú hava donsku síðurnar Kilroy og Adventuredk hentleikar á heimasíðum sínum, har tit kunnu frámerkja, hvørji lond tit vilja til, og tey syrgja fyri at fáa flogferðir og annað at ganga upp. Tað kann vera dýrt, men eisini væl meira ómakaleyst, enn sjálvi at finna útav flogtíðum og hostel møguleikum. Tað er eisini upplagt at brúka teirra rutur sum íblástur, um tit sjálvi ætla at leggja til rættis, men mangla at finna útav, hvat tit veruliga vilja.
Arbeið uttanlands
Hevur tú ikki hug til at fjakka og vil heldur sleppa heilt nær at mentanini í einum ávísum landi, so er kanska eitt betri hugskot at fáa tær eitt arbeiði har. Nordjobb bjóðar arbeiði í norðanlondunum, og fært tú eitt starv, so bjóða tey eisini at finna tær ein bústað og bjóða tær við til tiltøk o.a., har tú ert!
At arbeiða sum au pair er eisini upplagt, og googlar tú "au pair" koma nógvir møguleikar fram, har tú fært søkt um at sleppa til eina familju í ymiskum londum.
Far á málskúla
Leitar tú eftir onkrum at gera í summarfrítíðni, fært tú farið á málskúla. Tað er ein upplagdur møguleiki at ferðast saman við øðrum á tínum aldri og samstundis læra eitt nýtt mál. Hetta er eitt sera gevandi upplivilsi, og tey, sum fara, minnast altíð aftur á tað við einum smíli. EF-Danmark bjóðar málskúlaskeið, har tú kanst velja at ferðast ímillum 2 til 24 vikur nærum allastaðni, um tað er Japan, Suður-Afrika, Italia ella okkurt heilt annað.
Málskúli er sjálvandi eisini ein møguleiki til tín, sum ætlar at ferðast longur enn bara í summarferiuni, av tí at tú kanst vera burtur í meira enn 20 vikur.
Arbeið sjálvboðið
Bjóða teg til at gera sjálvboðið arbeiði! Hetta fært tú gjørt kring allan heimin, og tú kemur, á sama hátt sum við lønta arbeiðinum, heilt tætt at eini øðrvísi mentan.
Fleiri danskar síður skipa fyri sjálvbodnum arbeiði kring heimin, eitt nú EXIS og Global Connect. Her snýr tað seg serliga um at gera hjálpar- og umhvørvisarbeiði, har tú eitt nú kanst arbeiða á barnaheimum í Afrika og Suðuramerika, ella í Australia, har tú arbeiðir fyri at verja gróðurumhvørvið. Hetta er avgjørt eitt læruríkt upplivilsi, og tað kann eisini vera gott fyri títt CV.
Eisini er WWOOF ein møguleiki, har tú fært meldað teg til at arbeiða á vistfrøðiligum gørðum kring heimin, har tú hjálpir til við dagliga arbeiðinum.
Gev gætur:
Við sjálvbodnum arbeiði er týdningarmikið at fyrireika teg uppá alt tað, sum fylgir við arbeiðinum, tú velur, at tað kann koma at vera hart, og at hetta altso ikki bara kemur at vera ein avslappandi feria. Eisini er tað gott at hava nakað av pengum við, av tí at tú sjálvsagt ikki kemur at tjena pengar har.
Síggj eisini fleiri aðrar greinar á Røddini um at fjakka, eitt nú Úr miðnámi at undirvísa í Gbullung og Úr 62˚N og út í heim: Koppseting, visum og VISA kort.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |