Fjakkararáð: Kort og peningur

Fjakkararáð: Kort og peningur
Praktiskt ráð frá fjakkarum til fjakkarar
31.08.2016 - 14:45

Millum ungar føroyingar – og kanska serliga lutfalsliga nýfloygdar pisur – er rættiliga vælumtókt at fara út í heim á fjakkaraferð. Um hetta er ein summartúrur við Interrail í Evropa ella ein vetrartúrur í Asia, so er tað ofta ein verulig menningarferð, har fjakkarin lærir eina rúgvu um heimin og víðkar sín sjónarring. Tó er ikki neyðugt at læra alt tað praktiska, sum aðrir fjakkarar longu hava lært, umaftur. Her er fyrsti partur av trimum við heldur praktiskari ráðum frá fjakkarum til fjakkarar.

 

Kort og peningur

  • Fleiri bankar hava eitt mark á, hvussu nógvan pening tú kanst nýta í ein mánað. Markið er ofta 20.000-30.000 DKK, men hetta er skjótt at brúka á fjakkaraferð, um tú ikki hevur rindað fyri ferðaseðlar og innivist frammanundan. Kanna, um tín banki hevur mark á, hvussu nógv tú kanst brúka, og um tú kanst taka tað av, áðrenn tú fert avstað.
     
  • Í allar flestu støðum eru altjóða sjálvtøkur, so tað er eingin grund til at veksla eina rúgvu av peningi, áðrenn tú fert avstað. Men tað er kanska ikki so býtt at hava einar 50-100 USD við sær á ferðini kortini. Tað kann vera hent á onkrum flogvølli, har tú bert millumlendir nakrar tímar og hevur hug at keypa tær eina máltíð, men ikki hevur hug at taka út av lokala gjaldoyranum. Í sumum londum taka tey bert ímóti USD til innfararloyvi, sum tú rindar í lufthavnini, og tá mást tú rinda eina rúgvu fyri at veksla. Eisini kann tað vera fínt í eini neyðstøðu, tí enn tykist amerikanski dollarin vera mest altjóða gjaldoyrað.
     
  • Onkrir fjakkarar hava upplivað at verið á ferð, tá øll tann føroyska kortskipanin hevur svikað. Tað kann vera nokk so ófeitt at standa í eini lítlari bygd og ikki hava nokk av pengum til buss inn aftur í býin ella til eina máltíð. Sjálvandi kunnu amerikanskir dollarar koma væl við her, men um tað ikki er nokk, so kanst tú leita eftir merkinum hjá Western Union, sum er rættiliga útbreitt. Við Western Union kanst tú flyta pening og fáa reiða peningin innan hálvan tíma. Men tá mást tú nokk ringja til tín banka og fáa tey at hjálpa tær.
     
  • Um onkur, sum ikki ferðast við tær, av einari ella aðrari orsøk keypir flogferðaseðlar fyri teg, so er gott at hava myndir av kortinum og passi/koyrikorti hjá viðkomandi klár. Tú kanst verða steðgað/ur á flogvøllinum og ikki sleppa við flogfarinum, um tú ikki hevur hetta.
     
  • Kanna, hvat lokala gjaldoyrað er vert, áðrenn tú kemur fram. Kanna, hvat ein bilur til hotellið/vallaraheimið eigur at kosta og spyr teg síðani fram í økinum – eitt nú á hotellinum/vallaraheiminum. Ofta upplýsa bíleggingarsíður bestu leiðina, bjóða at heinta teg ella upplýsa, hvat ein bilur eigur at kosta.
     
  • Kanna eisini, um tað er vanligt at geva tip í ymsu londunum. Í summum londum merkir tað, at tú ert óvanliga ónøgd/ur við tænastuna, um tú ikki tippar, meðan tað í øðrum verður tikið sum ein háðan og ein ábending um, at tú heldur tey lokalu vera fátøk, um tú tippar.

 

Les eisini:

Føroyingar vilja út at fjakka

Interrail: Fyrri partur

Interrail: Seinni partur

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.