Fjakkararáð: Tøkni

Fjakkararáð: Tøkni
Praktiskt ráð frá fjakkarum til fjakkarar
14.09.2016 - 09:00

Millum ungar føroyingar – og kanska serliga lutfalsliga nýfloygdar pisur – er rættiliga væl umtókt at fara út í heim á fjakkaraferð. Um hetta er ein summartúrur við Interrail í Evropa ella ein vetrartúrur í Asia, so er tað ofta ein verulig menningarferð, har fjakkarin lærir eina rúgvu um heimin og víðkar sín sjónarring. Tó er ikki neyðugt at læra alt tað praktiska, sum aðrir fjakkarar longu hava lært, umaftur. Her er annar partur av trimum við praktiskum ráðum frá fjakkarum til fjakkarar. Les fyrsta partin um kort og pening her.

 

Tøkni:

  • Um tú ikki hevur hug til at bíleggja alla ferðina frammanundan, so er smart at hava eina snildfon, teldil ella farteldu við, tí tað eru als ikki øll hotel og vallaraheim, sum hava teldur til láns, og netcaféir eru ikki so útbreiddar allastaðni.
     
  • Um tey har heima eru bangin um teg, so ber til at hava eina gamla telefon við føroyskum nummari, sum røkkur um allan heim, við. So kanst tú fáa tær lokalt simkort á snildfonina fyri at fáa bíligt 3G ella 4G, meðan tú sleppur undan at royna at greiða teimum frá við fingramáli, at tú eisini vilt kunna ringja uttanlands (tað ber ofta ikki til við mest vanligu haldunum ella talutíð) og tey har heima fáa altíð fatur á tær og tú á teimum. Henda telefonin kann eisini vera hent í eini neyðstøðu í einum nýggjum landi.
     
  • Hóast tað í flestu støðum ikki er neyðugt at vísa ferðaseðlar ella hotel/vallaraheimsbíleggingar, so kann vera hent at hava hesi á telefonini ella í pappírsformi, tí onkuntíð finna tey teg ikki í skipanini, og tá er hent at hava eitt nú bókingarnummarið klárt.
     
  • Eisini er gott at hava adressuna á nýggja hotellinum/vallaraheiminum tøka á lokala málinum. Hetta er kanska serliga galdandi fyri Kina og lond, sum ikki brúka latínska alfabetið, og sjafførar sjáldan duga at lesa latínskar bókstavir.
     
  • Ikki øll lond hava somu stikkkontaktir sum vit. Ofta brúka eitt nú fyrrverandi bretsk hjálond bretsk stikk. Tískil er smart at minnast til at hava millumstikk við sær.
     
  • Í summum londum ber ikki til at sleppa á heimasíður sum eitt nú Facebook. Kanna áðrenn, um tað er galdandi fyri landið, tú fert í, um tað ikki skal koma bak upp á teg. Um tú kortini vilt sleppa inn á læstu heimasíðurnar, ber til at keypa sær eitt VPN, sum flytir IP-adressuna til eitt annað land, har heimasíðurnar ikki eru læstar, og tú sleppur soleiðis inn á tær. Ofta má hetta tó gerast, áðrenn tú kemur inn í landið, tí heimasíður, sum selja VPN, eisini eru læstar.
     
  • Skráset teg á danskerlisten.um.dk. Uttan mun til um tú ert sambandsfólk ella loysingarsinnað/ur, so kanst tú vera í einum landi, ið verður rakt av jarðskjálvta ella terrori, og tá kanst tú fáa brúk fyri hjálp frá uttanríkistænastuni.
     
  • Um tú vilt møta teimum lokalu, kanst tú gera tað ókeypis ella bíliga gjøgnum heimasíður sum couchsurfing.com, workaway.info ella wwoofinternational.org. Um hesar ikki eru júst tær røttu fyri teg, so eru allarhelst aðrir líknandi møguleikar eisini.
     
  • Dámar tær væl at lesa, so er ein Kindle ella onnur tøkni gjørd til at lesa á eitt gott keyp. Tá kanst tú hava (næstan) eitt heilt bókasavn við tær, uttan at tað tyngir taskuna nakað serligt. Eisini varar battaríið í einar seks vikur, áðrenn tú aftur noyðist at løða tað, so tað er perfekt undirhald til langar busstúrar, toktúrar ella flogferðir. 

 

Føroyingar vilja út at fjakka

Interrail: Fyrri partur

Interrail: Seinni partur

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.