Skjótt sleppur tú til Danmarkar fyri 649 krónur

Skjótt sleppur tú til Danmarkar fyri 649 krónur
Flogferðafelagið SAS fer at opna eina nýggja rutu ímillum Kastrup og Vágar
11.10.2016 - 11:30

Á tíðindafundi í dag kunngjørdu umboð fyri SAS, at skjótt verður flogið ímillum Keypmannahavn og Vágar.

Ein av orsøkunum til hetta er, at føroyingar nú í størri mun enn áður ynskja at ferðast, tað sigur Micheal Hansen, sølustjóri fyri SAS.

 

Prísurin liggur á 649 við skattum og avgjøldum, tó sigur Micheal Hansen, at um ferðafólkatalið verður høgt, koma prísirnir kanska at lækka.

 

 

Ætlanin er at flúgva eina ferð um dagin. Byrjað verður í mars 2017. Flogførini, ið SAS fer at brúka til hesar túrarnar, eru Airbus A319 og Airbus A320, ið hava 141 og 168 setur.

 

 

Soleiðis verður ferðaæltanin:

Mánadag-Hósdag:                10:15 úr Keypmannahavn og 12:10 úr Vágum
Fríggjadag:                            09:35 úr Keypmannahavn og 11:30 úr Vágum
Leygardag:                            16:45 úr Keypmannahavn og 18:40 úr Vágum
Sunnudag:                             09:15 úr Keypmannahavn og 11:10 úr Vágum               

 

 

 

Kelda: Check-In.dk

Kelda: in.fo

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.