- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðavinna: Ver móti øðrum, sum tú ynskir, onnur skulu vera móti tær
Skrivað hava Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá.
Í løtuni er nógv kjak um ferðafólkatrygd í fjøllunum í Føroyum. Kjakið er íkomið av mongu vanlukkunum, ið serliga útlendingar hava verið fyri í summar. Eitt er, at vit hyggja eftir, hvussu grannalondini skipa slíkt, men vit kunnu eisini læra av meiri fjarskotnum londum, sum í stóran mun liva av náttúruferðavinnu. Nú so nógv verður tosað um vaksandi talið av ungum náttúrunjótarum, sum koma til Føroya, kunnu vit eisini læra av royndunum hjá ungum føroyingum, sum hava ferðast og gingið í fjøllunum í útlondum.
Tíma ikki altíð ferðaleiðarar
Vit bæði undirritaðu hava ferðast nógv í Asia og vóru fyri einum trimum árum síðani og gingu í Himalaiafjøllunum í Nepal í fleiri dagar uttan ferðaleiðara, meðan vit fyrr í summar vóru hinumegin markið í Tibet. Í Nepal var fantastiskt at njóta friðin og ganga millum villar hestar, jakkoksar, firvaldar, blómur og trø uttan at skula renna aftan á einum ferðaleiðara ella ferðalagi. Vit høvdu keypt okkum eina góða ferðafrágreiðing og kort og gingu annars bert eftir uppmerktu gøtuni. Í Tibet skulu útlendingar hinvegin altíð hava ferðaleiðara við sær og sleppa so avgjørt ikki einsamøll í fjøllini. Hetta gjørdi, at vit ongantíð sluppu ordiliga út at ganga og ikki nutu ferðina eins nógv og í Nepal, hóast Tibet eisini var áhugavert.
Nú vit hoyra, at nógv ung ferðafólk koma til Føroya at njóta náttúruna, kenna vit okkum aftur í hesum slagnum av ferðafólki. Eru tey sum vit, so tíma tey ikki serliga væl at skula hava ferðaleiðara við at ganga ein ófarligan túr í haganum, hóast tey eisini væl skilja, at tað kann vera neyðugt í summum støðum, sum eru heldur vandamiklari. Tískil hevði kanska verið gott, samstundis sum trygdin varð sett í hásæti, at hugsa um, at ferðafólkini skulu hava møguleika at fáa eina góða og minnisríka uppliving - eina eins góða uppliving og vit høvdu í Nepal - heldur enn at skuffa tey. Tað er kanska als ikki neyðugt at hava ferðaleiðara við allastaðni, meðan tað í øðrum førum er neyðugt og átti at verið kravt.
Onnur trygdartiltøk
Í hesum sambandi kann hyggjast nærri at, hvørji onnur trygdartiltøk enn ferðaleiðarar eitt nú Nepal hevur sett í verk, tá tað kemur til náttúruferðavinnu.
Væl uppmerktar gøtur
Skulu ferðafólk ganga trygt uttan ferðaleiðara, so er fyrsta treyt, at tey vita, hvar tey skulu fara, og at gøturnar eru væl merktar. Hetta kundi verið gjørt við eitt nú skeltum og/ella við at mála á steinar soleiðis, at ferðafólk vita, júst hvar tey kunnu fara, og hvar tey als ikki skulu fara. Eisini áttu gøturnar kring landið at verið savnaðar í ferðabøkur ella at verið til keyps sum serstakur bóklingur við bæði kortum, frágreiðingum, søgum, sagnum o.s.fr. soleiðis, at fólk bæði fingu meiri burtur úr túrinum og ikki viltust ella av óvart gingu seg í óføri. Eisini kundi verið greitt frá skeltingini her.
Loyvi
Í nógvum londum hava tey tjóðlundir - ella á enskum 'national parks'. Hetta eru serlig friðað øki við serligum reglugerðum og ofta skulu ferðafólk rinda eitt sindur atgongugjald og fáa loyvi njóta slík øki. Tað kann vera, at ferðafólk kanska skuldu rindað fyri at sloppið inn í lundina og skrivað undir, at um tey fóru út um avmarkaða økið skuldi bót rindast, og at tey sjálvi skuldu rindað, komu tey illa fyri. Føroyar kundu kanska verið skipað í fleiri ymiskar tjóðlundir, og loyvini kundu eitt nú fevnt um útvaldar túrar eftir torleikastigi kring alt Føroyar, ávísar oyggjar ella lundir. Eisini kundi áðurnevndi bóklingur og kort verið partur av loyvinum soleiðis, at tú keypti tey saman. Her kundi eisini verið gjørt vart við, um hetta var ein túrur, ið kravdi ferðaleiðara ella ikki, og hvørjar fylgjurnar vóru, fylgdi tú ikki reglunum.
Trygging
Eitt av hugskotunum omanfyri er, at ferðafólk sjálvi skulu rinda, koma tey illa fyri í føroysku fjøllunum. Hinvegin kundi eisini verið kravt, at allir útlendingar, ið fara í hagan, skuldu havt eina trygging, ið fevndi um bjarging úr fjøllunum. Høvdu tey ikki eina galdandi trygging frammanundan, so kundu tey teknað sær eina føroyska sertrygging fyri hetta.
Skráseting (check points)
Í Nepal vóru tað herfólk, ið skrásettu gongufólk í fjøllunum. Í Føroyum kundi hetta tó kanska verið gjørt við onkrum slagi av elektróniskum varðum, har ferðandi fram við uppmerktu gøtunum kundu skrásett, hvar tey høvdu verið. Varð neyðugt at fara at leita eftir teimum, so bar til at kanna, hvar tey seinast høvdu skrásett seg. Elektrónisku varðarnir kundu verið okkurt líknandi tí, ið verður brúkt á metrostøðum kring knøttin. Ferðafólkini fáa útflýggjað eitt fjallakort, ið minnir um eitt nú danska 'Rejsekortet' ella enska 'Oyster Card', ið verður brúkt til almennan flutning í London. Fjallakortið kundi eisini verið útflýggjað saman við loyvinum.
Um nógv av hesum so eisini kundi verið gjørt á netinum, so um tú hevði ein útlendskan gest og knappliga viðraði at fara ein túr niðan á Kjøl, so kundi skrásetingin verið skjót og einføld at fingist við - serliga um tú vart saman við staðkendum føroyingum.
Føroyingar og útlendingar
Hvussu so við føroyingum? Skulu vit eisini til at fjasa við at keypa okkum loyvi, skulu vit ein gongutúr til Kirkjubøar ella á Slættaratind? Tað halda vit bæði ikki. Í øðrum londum er sera vanligt at gera mun á lokalum og ferðafólki, og hví skulu vit so ikki eisini gera tað. Millum føroyingar er sera vanligt at smyrja sær matpakka og síðani fara sær ein túr í hagan, og hetta er næstan partur av okkara mentan og frælsiskenslu. Tað hevði heldur ikki gagnað átøkunum at fáa fleiri føroyingar at ferðast í egnum landi, um vit skuldu keypt loyvi og/ella tryggingar, tí útendingar ikki duga at ganga í føroysku fjøllunum. Tað merkir tó ikki, at føroyingar ikki kunnu keypa sær slík skrásetingarkort og brúka uppmerktu gøturnar og bóklingarnar sum eina trygd og fyri at víðka sjónarringin, kennir tú ikki fólk, ið er von at ganga í júst tí hagapartinum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |