Voxbotn: ballið ella tónleikurin?

Voxbotn: ballið ella tónleikurin?
Vit hava hitt nakrar blíðar festivalgestir, ið hava fortalt okkum, hvat tey halda um skránna í ár
25.06.2016 - 17:45

 

- Eg eri her absolutt fyri tónleikin. Tað eru Kári P, Marius og Eagle-Eye Cherry, sum lokka. Eg var her í fjør, og tá var eingin trappa. Her var enn minni pláss, so eg rokni ikki við, at plásstrot fer at verða ein trupulleiki.

 

 

 

- Eg eri her fyri ballið. Punjab lokkaðu meg oman. Tað var ræðuliga rotið, at teir spældu so tíðliga. Tey áttu heilt sikkurt at býtt eitt sindur um upp á skemaðið, soleiðis at t.d. Punjab ikki spældu so tíðliga. Eg fari at lurta eftir Otto Knows og Páll Finnur Páll í kvøld. Tað plagar at verða nokkso trongt, men tað haldi eg ikki ger so nógv.

 

 

 

- Eg eri her fyri ballið, tí tónleikurin stinkar. Eg gleddi meg at lurta eftir S!vas og Kesi, men tað bleiv avlýst. Nú hugsi eg bara, at um ein er í góðum selskapi, so verður tað sikkurt gott, líkamikið hvør tað er, ið spælir. Eg haldi, at skráin er tann vánaligasta, ið hevur verið higartil. Eg skilji bara ikki hví sovorði, sum mann kennir væl, spæla tíðliga og sovorið, sum mann ikki kennir, spæla so seint. Kanska eri tað bara eg, sum ikki fylgi nóg væl við.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.