Röddin spyr: Hvar ert tú á Voxbotn?

Röddin spyr: Hvar ert tú á Voxbotn?
Tak góða lagið við, far í eitt gott ball og lurta millum annað eftir Otto Knows á Voxbotn, sigur Jóhanna Norðberg Niclasen
24.06.2016 - 01:00

Voxbotn nærkast, men hvar skal mann fara, og hvørjum skal mann lurta eftir? Sangarinnan, Jóhanna Norðberg Niclasen, gleðir seg til ymiskan tónleik, eitt gott upphitingarball og mælir øllum til at taka góða lagið við.

 

 

Hvat er besta navnið á Voxbotn?

- Hoyri handan Yóhanna er mega góð! Tvætl, har eru fleiri góð nøvn, men eg gleði meg nógv til Marius Ziska, Sivas & Kesi og Otto Knows.

 

Hvar er ultimativa staðið at vera á Voxbotn?

- Eitt gott ball áðrenn Voxbotn er ultimativa upphitingin, men annars á Voxbotn økinum sjálvandi. Har hendir okkurt allatíð, tað eru konsertir allatíð, eisini soleiðis at tað næstan yvirlappast við konsertum.

 

Hvar ert tú á Voxbotn?

- Eg skal fyrst og fremst opna Voxbotn kl. 15 við einum fantastiskum bólki, kóri og blásarum. Síðani skal eg í nakrar húgvuveitslur - so fari eg nokk bara oman harfrá.

 

Hvat má mann absolutt ikki gloyma, tá mann fer á festival?

- Gott lag, heit klæðir og telefon ;)

 

Otto Knows verður at hoyra á Stóra palli kl. 00.30

 

Marius spælir á Stóra palli klokkan 18.00

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.