- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kendi Føroyar frá fótbólti
Árligi tónleikafestivalurin, Voxbotn, varð skotin í gongd í dag klokkan 15. Síðan miðdag hava ein rúgva av fólki funnið sær leiðina oman í miðbýin at lurta eftir teimum ymsu tónleikarunum. Ímillum langa listan av songmonnum og songkvinnum er svenski diskarin Otto Knows.
Sum bert 27 ára gamal hevur sviin imponerað Skandinavia við fleiri stórum hittløgum, og hann gleðir seg at spæla fyri føroyingunum og harímillum teimum fegnu pisunum í kvøld.
- Eg havi hoyrt, at Voxbotn er eitt nokk so stórt ting her. Eg fekk at vita, at her sum oftast er fult av fólki, so tað gleði eg meg ordiliga nógv til. Tað er ein heiður at sleppa at spæla fyri tykkum, sigur Otto.
Visti hvat Føroyar var
Hóast tey ikki læra nógv um Føroyar í skúlunum í Svøríki, visti Otto, hvat Føroyar var. Hann hevur nemliga sæð Føroyar spælt fótbólt ímóti Svøríki í 2014.
- Føroyar eru nakað so vakrar. Ein vinmaður hjá mær var her fyri nøkrum vikum síðani. Hann sendi mær nakrar myndir, og eg helt tað vera øgiliga flott. Eg fari á 'sightseeing' um eina lítla løtu, og tað gleði eg meg ordiliga nógv til, sigur Otto við einum stórum brosi.
Greinin heldur fram undir myndini
Nógvir svenskir diskarar
Svøríki hevur eftir hondini frammleitt eina rúgvu av verðinskendum diskarum. Harímillum Avicii, Axwell og Sebastian Ingrosso. Teir eru allir komnir at kennast væl.
- Vit kennast væl og síggjast ofta. Vit møtast tó ikki so ofta uttanlands. Tey vilja ikki so ofta hava fleiri enn ein svenskan DJ til teir ymisku festivalarnar, sigur hann við einum flenni.
Meira spentur enn nervøsur
Hóast Otto veit, at tað verða nógv fólk til staðar, tá ið hann traðkar á pallin, ger tað hann als ikki nervøsan.
- Eg verði ongantíð nervøsur longur. Mann verður vanur við hetta. Eg plagi sum so bara at vera spentur til at sleppa at framføra. Har koma kanska eitt lítið sindur av nervum á, nakrar minuttir áðrenn eg fari á pallin. Eg eri annars altíð einsamallur á pallinum. Tað dámar mær væl. Tað havi eg gjørt í eini seks ella sjey ár.
Ungi sviin tekur ikki bara sítt góða lag við á pallin, eisini hevur hann ein nýggjan sang í baklummanum, ið hann ætlar at spæla í kvøld.
- Eg havi ein nýggjan sang, sum eg fari at spæla. Tað er eitt sindur løgið at spæla nýggjar sangir. Tá kenna fólk jú ikki sangirnar, og tey syngja ikki við. Tað kann lætt verða øgiliga ófimisligt ( ... awkward).
Otto Knows fer á stóra pall klokkan 00:30 í nátt.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |