- Tíðindi, mentan og ítróttur
13 ting tú ikki visti, tú kundi gera við Google
1. Tú kanst umseta symbolir og tekin við at tekna tey í Google Translate
Um tú fert á Google Translate, kanst tú finna ein teig, har tú millum annað kanst tekna kinesisk symbolir, sum kunnu verða umsett fyri teg.
2. Samanber kaloriur á ymiskum mati
Um tú skrivar [mat] vs [mat] á Google, fært tú eina mynd fram, har tú kanst samanbera kaloriur, protein og ymiskt annað. (Hetta riggar bert, um tú hevur valt enskt á Google).
3. Spæl landalæru spurnarkapping
Við tí nýggja Google Maps tool Smarty Pins, kanst tú læra teg landalæru við eini spurnarkapping, har tú verður spurdur um, hvar t.d. Rundatorn er. Tú svarar við at seta pinnin á eitt punkt á verðinskortinum. Tú kanst spæla í ymiskum kategorium sum ítrott, søga og list.
4. Deil eina rokning og útrokna drykkjupengar
Nú er liðugt við at stríðast við rokningina eftir eina góða máltíð úti við vinum. Googla "tip calculator" og skriva kostnaðin, talið á fólki, og hvussu nógv prosent tit vilja lata í drykkjupeningi. So fært tú at vita, júst hvussu nógv tit skulu gjalda í part.
5. Lær, hvussu væl umtókt ymisk orð eru
Við Google Ngram viewer kanst tú leita millum meiri enn fimm milliónum útgivnum bókum ímillum ár 1800 og 2008 og finna útav, hvussu ofta ymisk orð eru brúkt.
6. Spæl Zerg Rush
Enn eitt prógv um, at Google ikki vil, at tú skalt gera títt arbeiði. Við at Googla "zerg rush" byrjað "o" at oyðileggja síðuna. Trýst á tey fyri at drepa tey, áðrenn tey oyðileggja alla síðuna.
7. Finn og tak feitar fontar niður
Um tú fert á Google Fonts, finnur tú eina stóra samling av ókeypis fontum. Tú kanst taka teir niður, ella tú kanst brúka teir sum skrift á tínum browsara.
8. Lær at úttala stór tøl
Um tú skrivar eitt tal við upp til 12 teknum og síðani skrivar "=english", fortelur Google tær, hvussu tú skalt úttala tað.
9. Síggj nær títt lið spælur
Tað einasta, tú skalt gera, er at skriva navnið á deildini, so fært tú ein lista yvir allar dystirnar.
10. Spæl Atari Breakout
Googla Atari Breakout í Images, og skúlatingini vera gloymd í ein tíma.
11. Granska alheimin
Far á eina ferð við Google Sky. Google Sky brúkar myndir frá Hubble Telescope og NASA Satellites, so tú nemt kanst granska alheimin. Tú kanst m.a. finna stjørnubreytir, sum eru fleiri milliónir ljósár frá Jørðini.
Far á eina ferð ígjøgnum Middle-Earth
Hendan síðan var gjørd av Google fyri at hátíðarhalda The Hobbit filmarnar. Tú kanst spæla teg ígjøgnum fimm tiltiknar bardagar, fylgja søgunum hjá ymsu persónunum, og granska kortið.
13. Spæl við Lego
Kenn teg sum eitt barn aftur á buildwithchrome.com.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |