Keypa á netinum fyri meiri enn 300 kr?

Keypa á netinum fyri meiri enn 300 kr?
Vit eru tey flestu, ið keypa á netinum. Allarflest eru tey, ið keypa undir 300 kr, tí tað er tryggast. Mann bíleggur, bíðar tvær vikur, og so er pakkin komin. Kynstrið er at finna lekkrastu klæðini undir 300 kr, tí mann torir ikki ordiliga at keypa nakað, ið kostar omanfyri
21.03.2017 - 18:00

Vit kenna tað øll. Vit eru á asos.com og síggja lekkrasta parið av buksum ella lekkrastu skógvarnar, men verða vónsvikin, tá vit síggja, at prísurin er yvir 300 kr. Mann veit jú ikki, hvat endaligi kostnaðurin eftir toll kemur at vera.

 

Fortelur tú onkrum, at tú hevur keypt skógvar á netinum fyri 600 kr, hyggja fólk løgið at tær. Tú ert svakur, og fólk fortelja tær, at tú kemur at rinda tað dupulta við tolli og øllum møguligum øðrum avgjøldum.

 

Hóast fólk ikki veruliga vita alt um toll og um, hvussu tú kemur fram til endaliga prísin, hevur TAKS greiðar reglur, tá tað kemur til netkeyp yvir 300 kr.

 

Fyrst skalt tú sjálvandi gjalda fyri vøruna. Her mást tú írokna prísin á vøruni + frakt.

 

Síðani skalt tú sikkurt rinda toll. Tollurin á klædnavørum er 10%, og á skóm er hann 8%. Tú rindar ikki toll, um klæðini eru framleidd í landi, sum Føroyar hava handilssáttmála við, t.d. ES. Men allar vanligast er, at vøran er framleidd í annaðhvørt India ella Kina, og tá er tollur á.

 

Umframt toll skalt tú gjalda MVG, ella meirvirðisgjald, ið tað eitur. MVG er altíð á vørum yvir 300 kr. MVG er 25%.

 

Hetta merkir, at umframt at gjalda 10% meira í tolli, skalt tú gjalda 25% meira oman á tað.

 

Síðani kemur eitt lítið avgreiðslugjald, ið tú skal rinda til TAKS fyri ómakin. Hetta gjaldið er altíð 30 kr.

 

Taka vit hesa Adidas hettutroyggjuna av asos.com sum dømi:

 

 

Vit síggja, at prísurin er 50 pund við frakt. Umrokna vit hetta til danskar krónur, verður hetta umleið 430 kr. Eftirsum at hetta er meir enn 300 kr, mugu vit rokna tollin, ið er 10%, MVG, ið er 25% og hasar 30 krónurnar.

 

Prísurin á troyggjuni:

430 kr

Tollur, 10% av 430:

43 kr

MVG, 25% av 473:

118,25 kr

Avgreiðslugjald til TAKS:

30 kr

Endaligi kostnaðurin:

621,25 kr

 

Her síggja vit, at endaligi kostnaðurin verður 621,25 kr. Heili 191,25 kr meira enn upprunaligi prísurin.

 

Taka vit nú hesar Adidas Superstar skógvarnar, eisini av heimasíðuni asos.com, sum dømi:
 

 

Vit síggja, at prísurin er 75 pund við frakt. Umrokna vit hetta til danskar krónur, er tað umleið 640 kr. Eftirsum at hetta eru skógvar og ikki klæðir, er tollurin bert 8%. MVG er tað sama, og sama er við avgreiðslugjaldinum.

 

Prísurin á skónum:

640 kr

Tollur, 8% av 640:

51,20 kr

MVG, 25% av 691,20:

172,8 kr

Avgreiðslugjald til TAKS:

30 kr

Endaligi kostnaðurin:

894 kr

 

Tá vit hava roknað alt hetta, síggja vit, at skógvarnir, ið upprunaliga kostaðu 640 kr, koma at kosta 894 kr. Hetta er væl meira enn upprunaligi prísurin.

 

Hendan frymilin kanst tú nýta, hvørjaferð tú keypir klæðir á netinum fyri meir enn 300 krónur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.