Vangamyndin lýgur

Vangamyndin lýgur
Ein nýggj kanning vísir, at vit ikki duga at velja myndir, ið lýsa okkum soleiðis, sum vit veruliga síggja út
03.08.2015 - 00:30

Kennir tú teg sjálva/n?

Skalt tú taka eina nýggja passmynd ella kanska skifta vangamyndina á Facebook? Hugsa teg um, áðrenn tú velur eina mynd, tí tú sært kanska ikki út, sum tú heldur, at tú gert. Sambært eini kanning, ið British Journal of Psychology útgav stutt síðani, er ímyndin, sum vit hava av okkum sjálvum, nevnliga ikki heilt eftirfarandi.

 

 

Luttakararnir í kanningini skuldu downloada tíggju ymsar vangamyndir av sær sjálvum á Facebook og skuldu so gera greitt, hvørjar tey hildu líktust teimum sjálvum mest, og hvørjar líktust minst. Síðani blivu tey filmað í ein minutt og fingu andlitsmyndir tiknar.

 

 

Nøkur fremmand fólk blivu so biðin um at hyggja eftir filmsupptøkunum av luttakarunum og at skipa sjálvsmyndirnar eftir, hvør líktiskt persónunum í filmunum mest, og til endans skuldu fleiri eftirlitisfólk meta um, hvat fyri vangamyndir líktust mest: tær, sum luttakararnir høvdu valt av sær sjálvum, ella tær, sum fremmand fólk høvdu valt.

 

 

Gloymsk ella fremmandagjørd?

Úrslitið vísti, at hóast vit taka fleiri myndir av okkum sjálvum enn nakrantíð fyrr, so duga fremmand fólk betri at velja myndir, har vit líkjast okkum sjálvum, enn vit sjálv gera. Spurningurin er so, um tað einans er minni okkara, ið argar okkum, tá vit royna at velja myndir, ið lýsa okkum væl, ella um vakurleikaideal hava fremmandagjørt okkum frá okkara egnu útsjónd, at vit ikki kenna, ella kanska ikki góðtaka hana.

 

 

Skal tín vangamynd lýsa teg, soleiðis sum tú veruliga sært út? Um so er, er kanska smart at hava onkran hjá tær, sum kann hjálpa tær at velja ta myndina, sum lýsir teg best. 

 

Kelda: Metroxpress

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.