Lesarabræv: Vit savnast øll um tjóðarhátíðina!

Lesarabræv: Vit savnast øll um tjóðarhátíðina!
Røddir eru nú frammi, ið ynskja at gera ólavsøkuna til ein boksidyst millum samfelagsbólkar. Sum vilja skapa konfrontatión og sundurlyndi, heldur enn at savna allar føroyingar um okkara tjóðarhátíð. Hetta skal steðga! Vit eiga øll Føroyar – og rættin at seta okkara dám á tjóðarhátíðina
10.07.2015 - 22:45

Tá Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, vil vera við, at samkynd kunnu samanberast við víðgongdu gestir okkara úr Sea Shepherd, ið onga virðing hava fyri lógum landsins – og enntá eru sinnaðir at nýta harðskap í sínum stríði – so er hetta púra burtur úr vón og viti.

 

Jenis av Rana kann sjálvandi ikki skjalfesta eina hending, har harðskapur hevur verið nýttur, ella har harlig viðferð hevur verið góðtikin av LGBT Føroyar. Tí er tað undir øll lágmørk, at formaðurin í einum politiskum flokki og tingmaður á Føroya Løgtingi, velur at fara so lætt um sannleikan í eini desperatari roynd at niðurgera síni politisku mótstøðufólk.

 

Álvarsamari er tað kortini, og harmar tað okkum eisini almikið, tá formaðurin í Miðflokkinum beinleiðis leggur upp til, at grundleggjandi fólkaræðislig rættindi hjá borgarum her á landi verða avmarkað. LGBT Føroyar skal, sambært Miðflokkinum, ikki fáa loyvi at skipa fyri árligu gay pride’ini í miðbýnum. Skrúðgongan, ið seinastu árini hevur verið partur av ólavsøkuni, og hevur savnað túsundtals fólk um stríðið fyri grundleggjandi politiskum og borgarligum rættindum, eigur at verða flutt langt burtur frá hinum tiltøkunum. Jenis av Rana skjýtur sjálvur Karlamagnusarbreyt upp, ið er sama stað, sum Sea Sheperd fekk loyvi at mótmæla á á sinni.

 

At LGBT Føroyar í eygunum á Jenisi av Rana meiri ella minni er at meta við ein yvirgangsfelagsskap, sum sjálvsagt ikki eigur at hava somu møguleikar at seta sín dám á ólavsøkuna, sum aðrir felagsskapir og bólkar, er púra óskiljandi fyri okkum.

 

Hendan órímiliga herðferin hjá Miðflokkinum má steðga, og formaðurin eigur at koma við eini almennari og treytaleysari umbering. Eyðsýnt er, at valár er, og at allir hættir at vinna undirtøku verða tiknir í nýstlu. Men tað sømir seg ikki einum politiskum flokki – uttan mun til hugsjón – at gera tjóðarhátíð okkara, ólavsøkuna, til ein politiskan boksidyst.

 

Vit eiga øll Føroyar, og á ólavsøku savnast vit um tjóð og land. Uttan mun til politiska og átrúnaðarliga sannføring, uttan mun til húðarlit, hárlit og støðu í samfelagnum, og tað er og skal vera rúm fyri øllum samfelagsbólkum á ólavsøku, eru teir annars friðarligir og halda seg innan lógir landsins.

 

Góðu tit í Miðflokkinum. Latið okkum goyma politiska spreingievnið til valdystin, og njóta summarið og søkurnar í frið og náðum.

At leggja politisku ósemjur okkara til viks, og standa saman sum tjóð og fólk á ólavsøku, tað eiga vit at megna.


Vegna landsnevnd Unga Tjóðveldsins

Tór Marni Weihe

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.