- Kvinnur seta ov høg krøv til sín sjálvs

- Kvinnur seta ov høg krøv til sín sjálvs
Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldinum, heldur, at hetta er ein av orsøkunum til, at so fáar ungar kvinnur stilla upp
08.11.2016 - 16:45

Nógv hevur verið prátað um, at tað eru ov fáar kvinnur og ov fá ung, ið stilla upp til hetta býráðsvalið. Verður hugt at ymisku vallistunum kring landið, so eru eisini rættiliga fáar ungar kvinnur á teimum.

 

Elsa ætlaði sær sjálv at stilla upp, men helt at tað bleiv ov nógv arbeiði bæði at vera forkvinna í einum politiskum ungmannafelag og vera valevni umframt lestur og venjing.

 

- Almenna frágreiðingin, hví eg ikki stillaði upp, var, at eg hevði ov nógv at gera, men eg havi hugsað nógv um tað síðani og práta við aðrar kvinnur eisini, hví vit ungu kvinnur velja ikki at stilla upp til býráðsvalið.

 

Eftir at hava snarað málinum ymiskar vegir heldur Elsa tó orsøkina vera, at ungar kvinnur vilja gera alt til fulnar heldur enn bert at loypa út í tað.

 

- Eg væntaði kanska, at valstríðið bleiv harðari, enn tað hevur verið. At eg skuldi byrja tíðliga, skriva óteljandi greinar, gera í minsta lagi tríggjar góðar filmar og annað gott. Í dag síggi eg, at tað als ikki eru øll valevni, sum gera so nógv burturúr, og hetta fær meg at hugsa, at kvinnur seta ov høg krøv til sín sjálvs.

 

Elsa sigur eisini, at tað virkar sum, at kvinnur skulu fáa ógvuliga nógvar áheitanir, áðrenn tær velja at stilla upp – at rættiliga nógv fólk skulu siga teimum, at hatta hevði tú klárað væl, og tú hevði verið dugnalig í býráði ella løgtingi.

 

Hon leggur eisini aftrat, at hetta nokk bert er ein av orsøkunum til, at tað eru so fáar ungar kvinnur uppstillaðar, men at tað hevur verið størri dentur lagdur á aðrar orsøkir, ímeðan hendan ikki er komin nakað serligt fram.

 

 

Hoyr eisini, hvat Barbara Gaardlykke Apol heldur um sama spurning her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.