Tráin fekk eitt kanón val

Egin mynd
Tráin fekk eitt kanón val
Eingin blaðungur varð valdur inn í Tórshavnar Kommunu, men tó var tað ikki langt frá. 21 ára gamli Tráin Nónklett, ið stillaði upp fyri fyrstu ferð, fekk 297 atkvøður
09.11.2016 - 01:30

- Tað kennist heilt fantastiskt, sigur ein takksamur og errin Tráin Nónklett, sum í kvøld gjørdist unga valevnið, ið fekk flest atkvøður.

 

Hóast hann ikki varð valdur inn, er hann stak væl nøgdur við fyrstu royndina at stilla upp til val. 

 

 

Tað er heldur eingin loyna, at Tráin hevur havt nógv ung aftrat sær, sum hava hjálpt honum við valstríðnum.

 

- Haldi, at tað hevur gingist væl, tí nógv fólk hava tikið undir við mínum boðskapi, umframt at eg og mítt valtoymi hava ført eina kreativa kampanju.

 

 

- Í kvøld fari eg at hátíðarhalda valið og drekka meg fullan saman við vinfólki, har vit eisini fara at fylgja við amerikanska forsetavalinum, sigur Tráin Nónklett at enda.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.