- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tí skalt tú fara á val
1) Tí tað er lætt. Fyri at atkvøða skalt tú einans seta eitt X. Tað er reinur dovinskapur, tá tú ikki atkvøður.
2) Fyri at mótmæla. Um tú ikki fert á val, so sæst títt mótmæli ikki. Ert tú ikki samd/ur við nøkrum, so atkvøður tú blankt.
3) Tí tú hevur rættin til tað. Hugsa um tey londini, har borgarar onga ávirkan hava á ríkisstýrið. Tín rættur til at atkvøða er ikki komin burtur úr ongum, men er nakað, sum fólk hava stríðst fyri.
4) Fyri at tú skalt vera umboðað/ur.
5) Tí tú kanst gera mun. Tín atkvøða telur og kann verða avgerandi fyri, hvussu Føroyar verða í framtíðini.
6) Fyri at útstrika atkvøðuna hjá mótpartinum. Hevur vinmaðurin ella grannin eina idiotiska meining? Atkvøð umvent av tí, sum tey halda, og nulstilla teirra atkvøðu.
7) Tí tað er tín skylda. Sum borgari í einum demokratiskum samfelag er tað tín etiska skylda at atkvøða. Ert tú nøgd/ur við støðuna, sum hon er? Atkvøð so fyri onkrum, sum eisini er tað. Ert tú ikki? Atkvøð so fyri onkrum, sum ikki er tað. Tað ringasta, tú kanst gera, er einki at gera.
8) Tí at onnur ikki skulu avgera, hvussu tú skalt liva títt lív. Vilt tú hava frælsi til at liva sum tú vilt? Syrg fyri at atkvøða, soleiðis at tú kanst varðveita tað frælsi.
9) Fyri at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum, ið eru í somu støðu sum tú.
10) Tí tað snýr seg um teg. Einans við at atkvøða kanst tú syrgja fyri, at tín rødd verður hoyrd.
Valhølini eru opin til kl. 20.00 ella so leingi fólk eru í valhølunum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |