Skil amerikanska forsetavalið upp á 2 minuttir

Skil amerikanska forsetavalið upp á 2 minuttir
Tað er ikki nokk at fáa flest atkvøður fyri at vinna. Fá meira at vita um amerikanska forsetavalið her
20.10.2016 - 14:45

Verður tað Hillary Clinton ella Donald Trump, ið yvirtekur tað Hvíta Húsið eftir Barack Obama? Tað finna vit út av 8. november, tí tá er aftur val í Amerika, og nýggjur forseti skal veljast.

 

 

Ikki nokk at fáa flest atkvøður

Um aldarskiftið varð republikanarin Goerge Bush valdur til forseta í Amerika, hóast demokraturin Al Gore fekk fleiri atkvøður enn Bush.

 

Tað snýr seg altso ikki beinleiðis um at fáa flest atkvøður, men um at fáa flest av teimum sokallaðu valmonnunum, ið eru 538 í tali. Teir verða deildir upp alt eftir, hvussu nógv fólk búgva í hvørjum stati. Ein stórur og fólkaríkur statur sum California hevur t.d. 55 valmenn, meðan ein lítil statur sum Montana hevur tríggjar.

 

 

The winner takes it all

Tað serstaka við amerikanska valinum er, at tað forsetavalevnið, ið fær flest atkvøður í givna statinum, fær allar valmenninar í tí statinum.

 

Eitt nú vann Barack Obama í 2012 allar atkvøðurnar í statinum Florida, tá hann fekk 50% av atkvøðunum, meðan mótstøðumaðurin, Mitt Romney fekk 49,1% av atkvøðunum. Sostatt vann Obama allar atkvøðurnar frá teimum 29 valmonnunum í Florida.

 

 

Stríð um svingstatirnar

Í nógvum statum eru republikanararnir ella demokratarnir so dominerandi, at mótstøðufólkini hava givið upp. Stríðið er tí mest í teimum sokallaðu svingstatunum, har tað er meira ella minni javnt millum valevnini. Í statum sum Ohio og Florida er serliga nógv stríð um atkvøður, tí har leikar sera javnt á, og statirnir hava nógvar valmenn. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.