Voxbotn avdúkar høvuðsnavn: John Martin

Voxbotn avdúkar høvuðsnavn: John Martin
Tú hevur hoyrt rødd hansara óteljandi ferðir fyrr, nú kemur hann á Voxbotn 2015
24.04.2015 - 17:15

Voxbotn hevur kunngjørt nýggjasta navnið á plakatini. Tað er eingin minni enn John Martin, sum er kendur frá sínum samstarvi við stóra svenska elektropoppbólkin, Swedish House Mafia.

 

Heimshitt sum Don't You Worry Child og Save the World við John Martinsa rødd á odda hava ótroyttiliga spælt á dansigólvunum seinastu fýra árini. Hann er stjørnan, vit ikki vita, vit kenna. So at hetta er ein flott og spennandi bóking, er eingin ivi um.

 

Hann hevur eisini verið í tøttum samstarvi við bretska rapparanum Tinie Tempah, har lag teirra Children Of The Sun hevur staðið seg væl.

 

Swedish House Mafia - Don't You Worry Child ft. John Martin (2012)

 

John Martin er ikki forsangari í Swedish House Mafia

 

Fleiri føroyskir miðlar vilja vera við, at John Martin er forsangari í Swedish House Mafia. Tað er hann ikki. Swedish House Mafia var ein bólkur av trimum kendum diskarum, Axwell, Steve Angello og Sebastian Ingrosso. Bólkurin gavst í 2013.

 

John Martin hevur lagt rødd til fleiri hitt hjá svenska bólkinum og hevur eisini virkað sum sangskrivari. Hetta er nokk eisini orsøkin til misskiljingarnar, um hvørt hann er við í bólkinum ella ikki.

 

Fyri góðum ári síðani gav John Martin út sítt fyrsta staklag, Anywhere for You, sum beinanvegin gjørdist eitt hitt. Hann arbeiðir í løtuni upp á sína fyrstu fløgu, og er hon á gáttini til at koma út. 

 

John Martin - Anywhere for You (2014)

 

Samráðingarnar millum Voxbotn og John Martin hava tikið trý ár, segði Petur Slyne, fyriskipari, í stuttari viðmerking við Dag & Viku í kvøld.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.