Jógvan hálar Teit fram í ljósið

Jógvan hálar Teit fram í ljósið
Síðan Jógvan fríggjakvøldið spældi eitt lag hjá Teiti, hevur týðiligur aktivitetur verið at sæð Teitursa vegna bæði á Youtube og á iTunes.
22.03.2015 - 15:00

Fríggjakvøldið sang Jógvan seg til finaluna í X-factor m.a. við lagnum Josephine hjá okkara Teiti. Hetta hevur varpað nógv ljós á Teit seinastu døgnini – hygg bara her:

 

Soleiðis sá út á Youtube fríggjadagin fyrrapart

 

Í dag er talið av hyggjarum góð 129.000, sostatt er hetta ein øking uppá fleiri enn 5.000 hyggjarar seinastu døgnini - hetta er lutfalsliga nógv! 

 

 

So okkurt bendir á, at X-factor hyggjarar veruliga hava tikið sangin til sín. Tað er heldur ikki løgið, tí Jógvan meistraði veruliga vakra lagið hjá Teiti, Josephine.

 

Rokan hevur eisini verið í fjøruni á iTunes. Josephine liggur nú á nummar 9 yvir heitastu løgini beint nú á danska iTunes, tí fleiri hava keypt sær lagið.

 

Hetta er stuttligt, tí lagið er 12 ára gamalt. Tað var fyrstu ferð at hoyra á væl umtóktu útgávuni Poetry & Aeroplanes frá 2003. Poetry & Aeroplanes hevur eisini fingið eitt stórt "boost" og liggur í dag nummar 16 á topplistanum yvir albums.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.