- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stílurin eftir Teitur M. Andreasen
MyndafólkVár Samuelsen
MyndafólkRasmus L. Árting
Gongur tú uppí, hvørjum klæðum tú ert í? - Ja, til tíðir.. Um tað er ein sunnudagur, har eg havi verið í býnum, so er tað sum oftast einar joggingbuksir og t-shirt, men aðrir dagar í vikuni gangi eg meira upp í tað. Mær dámar væl at ganga í merkivørum, serliga tá tað kemur til skógvar.
Hvar fært tú íblástur frá?
- Nú lurti eg nógv eftir rapp tónleiki, so eg fái nógvan íblástur frá, hvat teir, eg lurti eftir, ganga í, annars so improviseri eg bara og finni klæðir, mær dámar.
Hvar keypir tú klæðir?
- Eg keypi næstan øll míni klæðir á netinum, ella tá ið eg eri uttanlanda. Eg bestilli klæðir frá heimasíðum sum: Streetammo, Asos, Quint og paragraffen.
Hvussu hevði tú lýst tín stíl?
- Eg hevði lýst mín stíl avslappandi og nokk so annarleiðis frá "mainstream". Eg brúki rættliga stór klædir, um mann kann siga tað soleiðis, sum oftast einar "baggy" svartar buksir og eina hettutroyggju, ein jakka ella bæði.
Hvat er títt næsta keyp?
- Mítt næsta keyp verður nokk einir nýggir skógvar, helst Jordan ella okkurt í tí stílinum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |