- Trúgvi ongantíð, at eg fari at steðga við at gera tónleik

- Trúgvi ongantíð, at eg fari at steðga við at gera tónleik
- Hetta lýsir bara tað at blíva vaksin og at liva í tí dystopiska veruleikanum. Soleiðis svaraði Teitur Lassen, tá eg spurdi hann um innihaldið á nýggju útgávu síni.
01.11.2018 - 15:02

Eftir Heiðrun Hammer Erlingsson

 


Fyri stuttum útgav Teitur Lassen nýggjastu útgávuna við heitinum "I Want To Be Kind". Útgávan telur 12 vøkur og friðarlig løg.

 

- Eg geri bara sangir og vóni, at teir finna sín veg til áhoyraran 
Tey flestu av okkum kenna Teit aftur frá sangunum "I was just thinking" og "Josephine", sum vit í dag nærmast telja sum føroyskir klassikarar. Teitur var tá ein blaðungur tónleikari, sum reis upp í “popp-heiminum”.

 

Við løgum um ungdómskærleika og spenning fangaði hann áhugan hjá nógvum fólki, tað veri seg bæði føroyingar og útlendingar. Men nýggja útgávan hevur eitt heldur róligt huglag og snýr seg um álvarsamari evni.  

 

Tó heldur Teitur ikki, at hann hevur broytt málbólk ella endamál við tónleiki sínum. Hann sigur seg bara gera tónleik, ið hann heldur vera góðan. Honum dámar ikki, at tónleikurin skal passa inn í ein serstakan bás ella málbólk. 

 

- Eg geri bara sangir og vóni at teir finna sín veg til áhoyraran. 

 

- At vera eitt gott og vinarligt menniskja.
Tað er eisini sjálvsagt, at tónleikurin broytist alt eftir, hvar tú ert í lívinum, fortelur Teitur. Hann lýsir sjálvur sína listaligu broyting soleiðis: 

 

 - Í dag kann eg skriva um, at eg vil vera har fyri familjuna hjá mær, ella tað at blíva vaksin. Tann sum skapar, má hava okkurt at siga, um sína núverandi tilveru og eisini vera erligur fyri sær sjálvum, síni fortíð og framtíð. 

 

Tað, ið fylti mest á fyrrverandi útgávunum hjá Teiti, var ungdómstilveran. Nú eru sjónarhorn hansara broytt. Teitur er giftur og hevur fingið eina dóttur. Nú meira enn áður er tað blivið týdningarmikið fyri hann at vera við til at skapa ein góðan heim.

 

 - "I Want To Be Kind" lýsir tað at blíva vaksin og at liva í nútíðini, at man bara vil royna at vera eitt gott og vinarligt menniskja ímeðan heimurin broytist.


- Trúgvi ongantíð, at eg fari at steðga við at gera tónleik
Tað eru longu 5 ár síðani, at Teitur gav út sína síðstu solo-útgávu. Men tó hevur hann allatíð verið í gongd við at framføra, fáa íblástur og skapa. Teitur hevur framført runt heimin og í Føroyum. Í samband við útgávuna av nýggjastu fløguni hevur hann fyri stuttum verið á konsertferð millum annað í Týsklandi,

 

Danmark og USA. Eisini hevur hann upptraðkað til fleiri tiltøk í Føroyum seinastu árini. Millum annað spældi hann á G! festivalinum í ár, og hann framførir onkuntíð á kaffistøðum og barrum kring landið. 

 

Tað er heilt sikkurt, at Teitur ikki hevur lagt árarnar inn enn, og hann er eisini allatíð í gongd við at skapa nýtt tilfar. Eg spurdi Teit hvussu hann ber seg at, tá hann skapar nýggjan tónleik:

 

 - Fyrst savni eg einar fimm-seks sangir sum ein grundarstein, og so plagi eg at skriva nýggjar afturat, og eg leiti í gomlum tilfari eftir tí, sum kann umskrivast. Tá ið eg havi varhugan av, at okkurt kann betrast, er tað neyðugt, at eg ikki havi forelskað meg í tí allarfyrsta, sum er skapt, men at koma nærri at tí, sum mann vil siga ella er komin fram á. Hetta er ein tíðarkrevjandi tilgongd. 


- Eg frávaldi at taka lut í tónleika umhvørvinum í Føroyum
Fyrst í oktober fór Teitur á føroyska konsertferð í samband við nýggjastu útgávuna fyri fyrstu í samanløgd 11 ár. Tá eg spurdi Teit, hví tað er so langt síðan, hann hevur verið á konsertferð í Føroyum, segði hann seg hava frávalt at taka lut í tónleikaumhvørvinum í Føroyum. Hetta er skiljandi fyri flest okkara. 

 

Møguleikarnir í Føroyum er jú sera avmarkaðir, tí vit eru so fá. Fleiri føroysk listafólk flyta uttanlands fyri at víðka um áskoðarafjøldina, meðan tey jagstra dreymin um at gerast nakað stórt í tí stóru verð. 

 

- Óambitiøst og nalvaskoðandi. Soleiðis lýsir Teitur tann føroyska tónleikaheimin, og Teitur hevur eina kenslu av at vera listaliga avmarkaður í Føroyum:

 

- Bólkarnir eiga at spæla hermi-tónleik, og áhoyrararnir eiga at vera fullir. Hetta er básurin, sum er settur upp fyri føroyskar tónleikarar, sambært Teiti. Tær flestu tónleikaframførslurnar í Føroyum snúgva seg um at ballast og syngja sangir, har øll kunnu syngja við. Hetta er sjálvandi hugnaligt og er eitt føroyskt eyðkenni. Men hesin hugburðurin avmarkar tónleikarum at menna sín tónleik og kanska skapa annað enn bara “syng-við-tónleik”. 

 

Men tað eru mong ár síðani, at hann tók støðu til at flyta sína yrkisleið uttanlands, og tíðirnar eru kanska broyttar eitt sindur síðan tá.

 

- Kanska er hetta broytt í dag. Eg eigi okkurt gamalt agg frá nítiárunum, um at eg ikki kann spæla tónleik í Føroyum ella hava eina yrkisleið sum tónleikari her heima. 

 

Nú tá hann fyri fyrstu ferð í mong ár er farin á konsertferð her heima, kann tað kanska hugsast, at Føroyar fær ein nýggjan møguleika. 


- Ikki bara bíða, til tú fært hjálp 
Fyri ungar tónleikarar kann tað tykjast vónleyst at byrja eina yrkisleið í Føroyum. Áskoðarafjøldin er lítil, og hugsanin um, hvat tónleikur er, kann ofta kennast einsporað. Fíggjarliga er tað eisini sera torført at skapa og liva av tónleiki í Føroyum. Men tá Teitur byrjaði sína yrkisleið. var hann sera ungur. Hann greiðir frá, at hann byrjaði við at lána tónleikastovuna Í Eysturskúlanum og spæla gittar í ballum.

 

Seinni fór hann so við sínum táverandi tónleikabólki at spæla í Djónastovu. Við einum ungum og opnum sinni, fúsur at skapa og framføra sín tónleik, byrjaði yrkisleið hansara. - Tað nyttar ikki at bíða eftir hjálp, sigur hann. 

 

Hóast hann sjálvur hevur frávalt Føroyar, so heldur hann ikki, at tað eigur at vera ein trupulleiki fyri ungar tónleikaspírar. 
- Tónleikurin snýr seg um teg, og hvat tú vilt útrykkja. Tú kanst læra nógv í Føroyum, tað er sum eitt mikrokosmos at fyrireika seg í, har tú kanst spæla konsertir, vera í útvarpinum, venja og læra teg akkordirnar til “Eros”.


Vil hava nakað at bjóða upp á
Eftir hondini er Teitur vorðin ein eyðkendur tónleikari í Føroyum, og hann hevur eisini sett síni spor úti í heiminum. Men fyri Teitur hevur tað ikki týdning at vera kendur. Hann brennur fyri sínum tónleiki, og hann brúkar eisini tónleikin sum eitt amboð at stiðja sær ígjøgnum lívið.

 

Tá eg spurdi Teit um endamálið við nýggju útgávuni og tónleiki sínum sum heild, svaraði hann soleiðis: 

 

- Mítt yvirorndaða endamál við øllum, sum eg takist við, er at blíva enn dugnarligari og betri sum menniskja og tónleikari og at læra at kommunikera við tí málinum, sum er tónleikur. At stuðla upp undir at hava eina langa yrkisleið og ikki bara at vera kendur í samtíðini, men at hava nakað at bjóða uppá í framtíðin - bæði sum listafólk og menniskja. 

 

Hevur tú hug at uppliva tónleikin hjá Teiti og kanska fáa eitt sindur av íblástri, so hevur tú enn møguleikan. 9. og 10. november vera síðstu útgávukonsertirnar hjá Teiti á hesum sinni. Tú kanst lesa meira um tiltakið og keypa atgongumerki her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.